Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fyrr í ár vóru tey í Spania, í Andalicia, har tey luttóku í Andalicia Bike Race. Nú er tað Sveits. Helgi W. Olsen og Lissette eru í hesum døgum í Sveits og kappast. 

Í seks dagar skulu tey kappast í Alpunum í vakra Sveits. Har luttaka tey í afturvendandi fjallasúkklukappingini SwissEpic.

Tey koyra sum mix-lið, og higartil hevur gingið væl. Tey blivu nummar trý fyrstadagin, í prologinum, og aftur í gjár komu tey á mál sum nummar trý. 

Í prologinum var rættiliga tætt. Helgi og Lissette komu á mál við somu tíð sum “silvurliðið”, og bert nýggju sekund frá vinnarin. 

Meðan tey fyrsta dagin skuldu koyra oman eftir fjallasíðunum, eitt slag av downhill, so skuldu tey næsta dagin koyra niðan á høgu fjøllunum í Sveits. Tað bleiv til eitt annaðpláss annan dagin.

Kappingin endar komandi leygardag. Meira er at lesa um SwissEpic her:
http://my2.raceresult.com/49048/results?lang=de&_ga=1.170486112.1521828831.1473851126#1_A06FA3