
Seinastu útboðini í FP7 almannakunngjørd
Evropa Kommissiónin hevur nú kunngjørt tey seinastu útboðini í FP7. Hesi skulu byggja brúgv til komandi skipanina Horizon 2020, sum avloysir FP7 við árslok 2013.
Serligur dentur er lagdur á nýskapan og at loysa stórar samfelagsligar avbjóðingar.
M.a. kunnu nevnast spurningar viðvíkjandi varðveitslu av havumhvørvinum, betri gagnnýtslu av rávørum og orkuskipanum og gransking innan heilsu.
Mett verður, at tað eru góðir møguleikar hjá føroyskum granskingarstovnum og fyritøkum at fáa stuðul til verkætlanir. NCP umboðini í Granskingarráðnum svara fegin spurningum og vegleiða í samband við møguleikarnar í FP7:
Jonhard Eysturskarð – jonhard@fiskaaling.fo ella 214757 – økið KBBE
Maria Dam – mariad@us.fo ella 232470 – økið Environment
Maria Skaalum Petersen – maria@health.fo ella 316696 – økið Health
Hannes Gislason – hannesg@setur.fo ella 292576– økið ICT
John D. Olsen – john@gransking.fo ella 567802 – økini Energy, SSH, SME, PEOPLE og Ideas