
Seinasta freist til Ólavsøkuskránna
Seinasta freist at sleppa við í skránna er nú fríggjadagin!
Fólk hjá Tórshavnar kommunu eru í holt við at gera ólavsøkuskránna, sum í ár er sera umfatandi. Fyri at skráin skal gerast liðug í góðari tíð, so er neyðugt at seta eina tíðarfreist á fráboðan um tiltøk, sum skulu lýsast í skránni.
Øll tiltøk, sum skulu lýsast í ólavsøkuskránni, skulu fráboðast til Snarskivuna í seinasta lagi fríggjadagin 13. juli, t.v.s. nú komandi fríggjadag.