Seinasta freist til ólavsøkuloyvi
Í morgin, týsdagin 12. juni, er seinasta freist at søkja um loyvi til sølu og tiltøk á ólavsøku. Eftir hetta fer Tórshavnar kommuna undir at viðgera umsóknirnar, og síðan verður eitt tilmæli sent løgregluni, ið veitir endalig loyvi.
Vanliga tekur kommunan ímóti umleið 100 umsóknum. Roynt verður í mest møguligan mun at ganga teimum á møti, men greitt er, at tillagingar mugu til, tí neyvan er pláss fyri øllum sølubásum og tiltøkum, júst har umsøkjararar ynskja at vera. Eins og atlit skal takast til trygdarviðurskifti, og hvørt hentleikar sum steym- og vatnveiting er til staðar.
Tey, ið ynskja at skonkja á ólavsøku, eiga at søkja loyvisnevndina um hetta. Loyvisnevndin hevur somuleiðis umsóknarfreist tann 12. juni.
Tey, ið ikki tørva ólavsøkuloyvi, men ynskja eitthvørt lýst í ólavsøkuskránni, kunnu boða Tórshavnar kommunu frá hesum við at senda eina epost á: torshavn@torshavn.fo