Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Seglskipini koma seinnapartin

Umleið kl 18 taka Lív Rescue og Pressarin móti træseglskipunum við Hoyvíkshólm og løtu seinni møta smábátar, kappróðrarbátar og grindabátar seglskipunum við Skansan og fylgja teimum inn á Vestaru Vág, hagar tey koma um kl 19.

Byrjað verður annars kl 18 við sølu av regattabúffum, sushi, fiskasuppu og øðrum á Regatta Kafé. Pylsuvognur hevur opið á Skálatrøð.

Tá skipini koma inn spælir Havnar Hornorkestur, borgarstjórin heldur røðu, skótar eru á økinum við skattaveiðu, sjórænarar eru umborð á skipunum, andlitsmáling er til børnini, Sjósavnið hevur framsýning á økinum og Skeiva Pakkhús hevur opið hús.

Kl 21 veðrur felagssangur, har HR-Band spælir fyri. Kl 22 verður føroyskur dansur við Tøkum Lætt og frá kl 23 verður ókeypis harmonikubryggjudansur við HR-Band.