Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Savnsfagnaðurin hjá Náttúrugripasavninum verður í Hoyvík

11. oktober 2012 Nú heystfrítíðin nærkast fyrireika søvnini seg til savnsfagnaðin. Men í ár er ongin savnsfagnaður á Debesartrøð. Síðani Fornminnissavnið og Náttúrugripasavnið vórðu løgd saman í Søvn Landsins, hevur nýggi stovnurin fyrireika seg til at gera felags framsýningar. Ætlanin er, at framsýningarnar hjá báðum søvnunum vera har, sum Fornminnissavnið higartil hevur havt sínar framsýningar í Brekkutúni 6.

Fólk frá savninum eru í løtuni í ferð við at flyta lutir av Debesartrøð niðan í Brekkutún.

Savnsfagnaðurin 2012 kemur at vera í felagsframsýningunum í Brekkutúni 6 og í Útisavninum í Hoyvík.

Í Brekkutúni verður tiltakið ein samanrenning av tí, sum børnini kenna frá báðum framsýningunum. Evni í ár er aldur. Har verður m.a. høvi at uppliva gomul spøl, ið eldri fólk kanska minnast frá sínum barnaárum. Nakrar tíðarlinjur varpa ljós á aldur hjá ymiskum verum ella lutum. Lesikrókurin við kópunum, har børnini kunnu hugna sær við at lesa ella tekna verður eisini har.

Í Útisavninum í Hoyvík verður roynt at lýsa gomul útispøl. Gamli Hoyvíksgarður er opin. Har verður møguleiki at uppliva og royna ymiskt, bæði úti og inni. Biofar fer at savna forvitnisligt tilfar úr fjøruni, og serfrøðingar við sjóneykum vera klárir at vísa børnunum tað.

Savnsfagnaðurin verður mánadag til fríggjadag 15.-19. oktober kl. 11-16 hvønn dag.