Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Savnsfagnaður í heystfrítíðini, evnið er oyggjaland

Ferðing til oyggjar. Lívið á oyggjum. Seyðahald. Savnsfagnaðurin í heystfrítíðini á Tjóðsavni, Listasavninum, Sjósavninum og SMS er fjøllbroyttur og bjóðar nakað til øll børn og barnsligar sálir.

Heystfrítíðin er í durinum, og tað merkir, at vit gleða okkum til eina viku við savnsfagnaði. Stóra evnið í ár er "oyggjaland". Hvussu liva vit í oyggjalandinum, hvussu ferðast vit higar, hvussu finnur fuglur so fjarskotnar oyggjar, list á oyggjum, lív í sjónum, seyður og fletting. Øll tey stóru søvnini í Havnini bjóða til savnsfagnað um oyggjalond. Vitjið Tjóðsavnið í Hoyvík, Listasavnið og Sjósavnið mánadag 13. oktober til fríggjadag 17. oktober frá kl. 11 til 16.

Sum nakað heilt nýtt bjóðar SMS til heystfagnað við hópin av tiltøkum á torginum fyri ung og eldri.

Listasavnið í Gundadali

Á Listasavninum kanst tú í heystfrítíðini skapa tína egnu brotamynd úr gróti saman við listamanninum, Eli Smith. Hvønn fyrrapart og seinnapart verður eitt serligt tiltak, har tú kanst royna teg sum listafólk. Harumframt eru uppgávur og upplivingar av listaverkum á savninum og standmyndum í Viðarlundini.

Sjósavnið á Argjum

Tvíprikkutu stubbarnir hava gjørt innrás í uppsnollaðu akvariuni, sum eru pyntaði við skeljum og gággum. Hesar eru nýliga dreggjaðar upp frá havsins botni. Ørandi vatnrakettir verða skotnar, og alskyns stuttligar uppgávur eru til børnini. Hesa vikuna kanst tú vitja Sjósavnið fyri hálvt atgongugjald. (Børn 0-4 ár: Ókeypis. Børn 5-14 ár 10 kr. Vaksin 20 kr).

Tjóðsavnið í Hoyvík, Brekkutúni 6

Savnsfagnaðurin í ár er á Tjóðsavni í Brekkutúni, har tú kanst spæla oyggjaputlispæl, oyggjaleikir og undrast um ferðafuglar og tjóðfuglar. Hvussu hava vit ferðast til Føroyar gjøgnum tíðirnar? Skriva við fjøðurpenni, síggj ótespilig kykt í sjóneyku og fá meir at vita um tann flotta steinin hjá tær. Í ár er eingin savnsfagnaður á útisavninum í Hoyvík.

Heystfagnaður á torginum í SMS

Fyri fyrstu ferð skipar SMS fyri heystfagnaði um seyðahald á torginum í SMS. Ein seyðarætt er bygd á torginum, og hvønn seinnapart verður ein seyður flettur. Her verða spurnarkapping og teknikapping og hugnaligur upplestur av søgum fyri børnini.