Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Savna góð minnir saman – á ólavsøku!

Einaferð um árið – á ólavsøku – savnast størsta fjøld av fólki og allir aldursbólkar í miðbýnum í Havn.

Øll, ung sum gomul, gleða seg til eina góða, stuttliga og minnisríka ólavsøku. Ólavsøkan er hátíðarhald, ólavsøkan er samvera, ólavsøkan er veitsla.

Ólavsøkan er eisini eitt hæddarpunkt hjá ungdóminum. Á ólavsøku er glaði ungdómurin í veitslulag. Orðafellið um, at á ólavsøku er fríggingarmyrkt, kemur ikki úr ongum.

Á ólavsøku er so nógv, sum børnini og tey ungu royna fyrstu ferð, og sum tey sum vaksin minnast aftur á við gleði. Men ikki altíð.

SSP – sum er samstarvið millum skúla, sosialar myndugleikar og politi, tekur eisini virknan lut í ólavsøkuni. Undir slagorðinum “Savna góð minnir saman” verður víst á, at á ólavsøku eigur góður veitslusiður at valda – at ólavsøkan verður eitt gott minni fyri lívið hjá øllum.

Á ólavsøku fáa børnini og tey yngru vanliga leysari teymar. Tey eru spent og hava stórar væntanir til ólavsøku, og tey flestu duga væl at stýra sær í góða veitslulagnum.

Tórshavnar kommuna tekur eisini lut í hesum arbeiði. Sum myndugleikar gera vit okkara til, at ólavsøkan verður eitt gott minni og ein góð uppliving. Børnini og tey ungu eru okkara framtíð.

Men foreldrini mugu eisini gera sítt til og vegleiða, so at børnini og tey ungu ansa eftir sær sjálvum og teimum, tey eru saman við.

Tí bert saman kunnu vit tryggja, at ólavsøkan eisini í ár verður eitt gott minni.

Heðin Mortensen