Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Savna góð minnir á ólavsøku!

Á ólavsøku savnast størsta fjøld av fólki í Havn – ung sum tilkomin. Øll vilja vit hava eina góða ólavsøku.

Góðu foreldur og avvarðandi!

SSP, sum er samstarv millum skúla, sosialar myndugleikar og politi, hevur virknan leiklut á ólavsøku. Undir slagorðinum “Savna góð minnir saman” verður víst á týdningin at koma saman til minnisríkar løtur.

Á ólavsøku eigur góður veitslusiður at valda hjá øllum ættarliðum, so at ólavsøkan verður eitt gott minni fyri lívið. Ólavsøkan er eisini eitt hæddarpunkt hjá ungdóminum. Á ólavsøku er so nógv, sum børnini og tey ungu royna fyrstu ferð. Á ólavsøku fáa børnini og tey ungu vanliga leysari teymar. Tey eru spent og hava stórar væntanir til ólavsøku, og tey flestu duga væl at stýra sær í góða veitslulagnum.

Tórshavnar kommuna er eisini virkin í fyribyrgjandi arbeiðinum hjá SSP, sum millum annað eggjar teimum ungu at velja eitt ungdómslív uttan rúsdrekka og rúsevni.

Í hesum hava foreldrini eisini ábyrgd. Foreldrini og avvarðandi mugu gera sítt til at leiðbeina børnini og tey ungu, so at tey eru fyrivarin bæði um seg sjálvi og teimum, tey eru saman við.

Tí tað er ein royndur lutur, at foreldrini eru besta fyribyrgingin, og tí skal tað verða mín áheitan til foreldrini og avvarðandi at líta teimum ungu til einsvæl at fylgja við, hvat tey takast við.

Saman kunnu vit tryggja, at ólavsøkan eisini í ár verður eitt gott minni.

Heðin Mortensen

Borgarstjóri