Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, kundi ynskt sær betri sáttmálasømdir, men fegnaðist tó um, at tað loksins eydnaðist at fáa semju, so at undan slapst verkfalli.

Sáttmálin undirskrivaður

Tað gav úrslit hjá Pedagogfelagnum at biðja um fund við politisku leiðararnar fyri almennu arbeiðsgevarafeløgini. Partarnir hava skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála. Fyrsta árið hækka mánaðarlønirnar við 190 krónum og 0,9 prosentum, annað árið hækka lønirnar við 1,9 prosentum. Álitisfólkaskipanin verður óbroytt, og onki kemur í sáttmálan um sálarligt arbeiðsumhvørvi.

Skrivað hevur: Ingolf S. Olsen:

Um 8-tíðina í kvøld skrivaði Føroya Pedagogfelag undir nýggjar sáttmálar við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF. Nýggju sáttmálarnir og tænastumannaavtalan hava gildi frá 1. oktober í fjør. Tað merkir, at lønir og gjøld verða eftirregulerað við virknaði frá tá at rokna.

Tá semingsmenninir kastaðu frá sær 19. desember, var óloysiligi knúturin at fáa eina orðing í sáttmálarnar um sálarligt arbeiðsumhvørvi. Hesa orðing kravdi Føroya Pedagogfelag at fáa afturfyri eina broyting í álitisfólkaskipanini, soleiðis at tað fram eftir skuldu vera minst fimm limir í Pedagogfelagnum á einum arbeiðsplássi, áðrenn teir kundu krevja at sleppa at velja álitisfólk, ímóti trimum í gomlu sáttmálunum. Hóast ídnar royndir frá semingsmonnunum dragnaði ikki úr botni fyri jól, og løgdu teir frá sær, tí teir sóu ongan møguleika at fáa í lag semju tá.

Síðani hava partarnir ikki verið saman, men í seinastu viku bað Pedagogfelagið so um fund við politisku samráðingarleiðsluna, Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharra, fyri Fíggjarmálaráðið, og Heðin Mortensen, formanni í KAF.

Krøvini slept

Hesin fundurin byrjaði klokkan 5 seinnapartin, og tríggjar tímar seinni vóru partarnir samdir. Loysnin, sum ongin tó var serliga fegin um, var einføld: Arbeiðsgevararnir sleptu kravinum um at broyta álitisfólkaskipanina, og so datt mótkravið hjá Pedagogfelagnum um ásetingina um sálarligt arbeiðsumhvørvi eisini burtur.

Tá teir tríggir sáttmálapartarnir høvdu skrivað undir í kvøld, vóru teir samdir um, at langi dysturin var endaður við javnleiki.

Samráðingarnar um nýggjar sáttmálar og tænastumannaavtaluna hava vart í hálvan fimta mánaða.

Fyrsti samráðingarfundurin hjá Føroya Pedagogfelag við lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum og KAF var 28. august. Sáttmálarnir fóru úr gildi 1. oktober. 4. desember varð Semingsstovnurin boðsendur, men um kvøldið 19. desember góvu semingsmenninir skarvin yvir. Síðani hevur onki samband verið millum partarnar, fyrr enn Pedagogfelagið bað um fundin, sum var í dag, og sum altso endaði við semju.

Kelda: www.pedagogfelag.fo