Sáttmálin tillagaður hjá Kost. og Føðslufelagnum
Fríggjadagin tiltraðkaði Kommunala Arbeiðsgevarafelagið sáttmálan hjá Kost- og Føðslufelagnum.
Hetta var gjørt í einari serstakari avtalu, har partarnir formliga avtala, at starvsfólk í kommunala geiranum, sum arbeiða á sáttmálaøkinum hjá Kost- og Føðslufelagnum, fylgja tí til eina og hvørja tíð galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Kost- og Føðslufelagið.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, 22. mars 2019