Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Myndafrásøgn: Sáttmáli um sjúkrahúsútbygging undirskrivast

DAGFØRD TÍÐINDIR UM BYGGIVERKÆTLAN: Komið er nú so væl áleiðis við fyrireikingini til útbygging av Landssjúkrahúsinum við sonevnda H-bygninginum, at klárt er at skriva undir sáttmála við ráðgevararnar. Rágevarar eru Faerport II-samtakið, ið er eitt samtak millum føroyskar ráðgevarafyritøkur.

Fyrireikingin til stóru útbyggingina av Landssjúkrahúsinum gongur eftir ætlan, og mikudagin verður ráðgevarasáttmáli undirskrivaður við eitt samtak av føroyskum ráðgevum. Samtakið kallast Faerport II, og er samansett av hesum: Selmar Nielsen Arkitektur, Árni Winther Arkitektar, LBF og Sofus M. Jakobsen.

Verkætlanin skal vera klár at bjóða út um árskiftið 2015-16, tó at avgrevstur og grovplanering verður bjóðað út seinni á ár.

Talan er um ein nýggjan sokallaðan H-bygning, ið verður umleið 10.000 fermetar til støddar, og sum skal hýsa Psykiatriska deplinum, somatiskum seingjarplássum, rehabilitering, burðar- og barsilsdeild og køki og kantinu.

Bygningurin, ið verður prosjekteraður eftir 3D modellum í einum nýggjum leisti, ið nevnist BIM, skal ætlandi hitast upp við sjóvarhita.

Samlaða játtanin til Landssjúkrahúsið frá 2010 til 2019 er 489,3 mió. krónur. Til nýggja H-bygningin, sum fer at liggja niðanfyri verandi bygningar oman móti sjovarmálanum, eru tillutaðar 348 mió. krónur.

Undirskrivingin av ráðgevarasáttmálanum fer fram á Landssjúkrahúsinum mikudagin klokkan 09.00, har landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, umboð fyri Landsverk, ráðgevarafyritøkur og bygginevnd vera til staðar.

Nýggi bygningurin, sum fer at síggja soleiðis út, sum grafiska myndin omanfyri sýnir, skal eftir ætlan vera liðugur og takast í nýtslu tíðliga á vári 2019.

Fyrrapartin týsdagin undirskrivaði Landsverk sáttmála við Faerport II-samtakið, sum skal prosjektera stóru útbyggingina av Landssjúkrahúsinum. Sí myndafrásøgn niðanfyri frá hátíðarløtuni fyrrapartin.