Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mynd: Mayfinn Norðoy, Kári Dahl Christiansen, báðir frá Kontrast, Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, Árant Andriasson og Kirstin Hansen, bæði frá Landsverki

Sáttmáli um Heim í Havn til børn og ung við autismu undirskrivaður

Landsverk og Kontrast undirskrivaðu í gjár sáttmála um heildarráðgeving í sambandi við, at ætlanin er at byggja Heim í Havn til børn og ung við autismu.

Hetta er ein av verkætlanunum hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, um at byggja nýggjar og virðiligar bústaðir til fólk við serligum tørvi, í hesum føri at útvega betri karmar til børn og ung við autismu.

Børn og ung við autismu hava serligan tørv, sum familjurnar í fleiri førum ikki megna at møta. Fyri at bæði børnini og familjur teirra kunnu hava eitt nøktandi lív er umráðandi, at tað almenna veitir hóskandi dagtilboð, umlætting og í ávísum førum bústað.

Ætlanin er byggja ein býling við trimum høvuðseindum, ein við seks búplássum, ein við seks umlættingarplássum og einari virkiseind, har børn og ung fara at koma til ymiskt frítíðarvirksemi.

Í løtuni er bíðilisti og komandi árini fer tørvurin at vaksa, og mett er tí, at neyðugt er at taka hond um hesa avbjóðing sum skjótast. Hendan verkætlanin hevur til endamáls at útvega betri karmar til børn og ung í Føroyum við autismu.

Løgtingið samtykti 19. apríl 2018 verklagslógina um at byggja eitt búheim og umlættingarheim í Tórshavn til børn og ung við autismu. Kontrast hevði einasta uppskotið í sambandi við útbjóðingina, men metti bygginevndin, at uppskotið frá Kontrast var so mikið gott at farast skuldi undir samstarv við Kontrast. Arbeitt hevur verið við einum skipanaruppskoti, sum varð handað í november 2018, og nú verður farið undir víðari projekteringina. Sambært tíðarætlanini byrjar sjálv byggingin í apríl í 2020 og klárt verður at flyta inn í apríl 2022.