
Trine Laiderz frá Laiderz Aps. og Annika Olsen, borgarstjóri
Sáttmáli gjørdur um graslíki til Hoyvíksvøll
Í gjár høvdu Tórshavnar kommuna og Laiderz Aps. skrivað undir sáttmála um veiting og álegging av grasliki v.m. til Hoyvíksvøll.
Komandi fótbóltsvøllurin í Hoyvík liggur ovarliga við Karlamagnusarbreyt. Veitingin fevnir í høvuðsheitum um stoytdoyvingarlag, graslíki o.a.
Arbeiðið byrjar í apríl og skal vera liðugt um miðjan mai 2017.
10. september 2016 var innboðin licitatión uppá veiting og álegging av graslíki v.m. 6 feløg vóru boðin at bjóða og 4 lótu inn tilboð, sum Laiderz Aps. so vann.
Tórshavnar kommuna hevur gjørt sáttmála við Sp/f HJ Asfalt um at gera fínplanering og at leggja drenasfalt á vøllin. Tað arbeiðið verður liðugt í mars 2017.
Á myndini síggjast Trine Laiderz frá Laiderz Aps. og Annika Olsen, borgarstjóri.