Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sáttmálasamráðingar við YTF byrjaðar

Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF (Yrkisfelag teirra, ið starvast í tryggingar-, fíggjar-, KT o.l. fyritøkum) eru nú farin undir at samráðast um sáttmálan fyri peningastovnar og tryggingarfeløg, sum gongur út 1. mai 2017.
  
Partarnir handaðu krøvini týsdagin í farnu viku. Næsti samráðingarfundur verður mikudagin 1. mars, og samráðingarfundir eru annars avtalaðir at verða komandi vikurnar.