Sáttmálarnir við arbeiðarafeløgini longdir
Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini longdu fríggjadagin sáttmálan til mánadagin 25. mai, á midnátt.
Sáttmálarnir gingu út 1. mai og vóru fyrst longdir til 15. mai, og síðani aftur longdir til 22. mai.
Fríggjadagin varð semja millum partarnar um at leingja sáttmálan til í gjárkvøld á midnátt.
Samráðingarnar hildu fram í gjár.