
Myndin er av samráðingarfólkunum hjá Starvsmannafelagnum
Sáttmálakrøvini eru handað
SÁTTMÁLASAMRÁÐINGAR: Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið handaðu í gjár hvør øðrum sáttmálakrøv til sáttmálasamráðingarnar í árSáttmálin hjá Starvsmannafelagnum við landið fer úr gildi 1. oktober. Partarnir hittust í apríl, har sáttmálin varð sagdur upp og avtalað varð, at krøvini skuldu handast mikudagin 17. juni.
Í gjár møttust Starvsmannafelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum í glasbygninginum á Argjum, har partarnir handaðu hvør øðrum sáttmálakrøv.
Talan er bæði um lønarkrøv og onnur viðurskiftini í sáttmálanum, sum nú eru á breddanum. Millum annað er sálarliga arbeiðsumhvørvið partur av sáttmálakrøvunum hjá Starvsmannafelagnum.
-Talan var um góðan og konstruktivan fund, sigur Selma Ellingsaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum.
Sáttmálin við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, fer eisini úr gildi 1. oktober. Tær samráðingarnar verða í næstu framtíð.
Tað eru limirnir í Starvsmannafelagnum, sum upprunaliga eru komnir við uppskotum til sáttmálakrøv, umvegis síni álitisfólk. Krøvini eru síðani viðgjørd á fundi við álitisfólkini, og loksins hevur nevndin í felagnum skipað og lagt krøvini hjá felagnum til rættis.
Á fundinum í Fíggjarmálaráðnum í gjár avtalaðu partarnir, at hittast aftur 26. august.