Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sataniskur óndskapur ella kristin næstakærleiki

Vit, ið eru komin langt upp í árini, minnast bæði ringar tíðir og frásagnir um ringar tíðir aftur til 1900, sum tey yvirlivandi høvdu verið vitni til og bæði kundu og vildu greiða frá. Vit, ið sótu undir, fingu mangar skelkandi søgur, mest um teir, ið fórust, og teir vóru mangir. Og eftir sótu konur og mong børn í dýrastu neyð. Men Guð havi lov, so funnust kristi fólk, sum tóku næstakærleiksboðið í fullum álvara, og tey bóru tað, ið teimum neyðstøddu tørvaðu, bæði á degi og nátt. Nøkur nýtti náttina til vælgerðararbeiði, tí tey ikki vildu hava nakra tøkk afturfyri. Tey vóru í Harrans tænastu,so øll tøkkin átti at fara til Hansara.

Annars var sjúka eisini ein ræðuligur fíggindi, sum tók foreldur og børn inn í deyðan, soleiðis at mong foreldraleys ikki høvdu kunnað hórað undan uttan ein virknan næstakærleika. Og hann var har, og hann var virkin.

Ein søga, ið hevur sagt og sigur mær ómetaliga nógv, kanska eisini tí, at hon fortelur um, hvussu pápi mín eisini var, er henda. Systir mín er fødd í 1938, so hendingin er allarhelst gingin fyri seg undir seinna heimsbardaga. Ein morgun – sum smábarn - hoyrir hon, at foreldrini tosa harðari enn vanligt, og lurtar og hoyrir tá, at mamma vil hava pening at keypa inn fyri, men at pápi sigur, at hann ongar hevur, og at hon kann skriva vørurnar upp hjá keypmanninum. Men mamma, ið hatar at skriva, heldur áfram og sigur, at tað kann ikki passa, tí hann akkurát hevur fingið løn. Men tá svarar pápi: Eg fái løn aftur í næsta mánað, men tað eru tað mong, ið ikki fáa. Eingin ivi um, hvørji vóru, ið lønina høvdu fingið.

Mamma hevði mist bæði foreldrini áðrenn hon var 5 ár og hevði livað í fátækradømi, og pápi visti alt um at missa: pápi hansara doyði í 1903, tá pápi var 7 ára gamal. Hann hevði 3 systkin, harav 2 doyðu sum smá, meðan elsti bróðurin fórst sum skipari við Robert Miller í 1914 undir Íslandi einans 20 ára gamal. Tá pápi var 28 ára gamal giftist hann við einari 18 ára gamlari úr Porkeri, men 7 ár seinni doyði hon á Ríkissjúkrahúsinum. Nú skuldi leypurin verið rokaður, og maðurin verið á knøunum, men hann gekk rankur við útrættum hondum og hjálpti við at bera byrðar, ið onnur knógvaðu undir. Og tað gjørdi hann til hann andaðist á sumri 1968.

Eg havi av góðum grundum tikið hann sum dømi, tí eg sjálvandi kendi hann so sera væl og helt so óendaliga nógv av honum. Eg kundi tikið aðrar líknandi søgur, tí tær finnast í rúgvuvís, men eg fari at lata onnur sleppa framat, so vit kunnu fáa fjølbroytni og nærveru til okkara farnu lítillatnu hetjur, ið aldrin hildu hondina í lummanum, tá tørvur var á einari hjálpandi hond. Kristindómurin var ikki lótur og orðaskvaldur, men næstakærleiki dag og nátt eftir tørvi.

Mangar søgur um næstakærleika í praksis áttu kanska at verið skrivaðar niður í bók, so vit lættari kunnu síggja tann sataniska óndskapin, sum so líðandi tekur yvir. Tað hevði kanska lætt um at fingið børn og ung at tikið frástøðu frá honum og at tikið stríðið upp móti honum, tí tað er alneyðugt, skal hann ikki gerst Harri í føroyska húsinum.

Nøkur dømi upp á kærleiksleysan óndskap:

Guðs gávur verða býttar til millióningar og milliarderar og molarnir frá ríka mans borði eru so m.a. eftir til tey 1500 – 2000 á fátækra- ella hungursmarkinum.** Forfylging av oddafólkunum, ið vísa fátækrafólkinum næstakærleika** Sataniskur falskur hatursstatistikur móti fremmandum fólkið í neyð.

So tær Føroyar, eg havi hoyrt um og sjálvur havi upplivað, eru munandi broyttar.

At vera nakað fyri onnur, er vorðið at vera nakað fyri seg sjálvan eftir devisuni:

Vertin á, hvat annar fær, eg skal nøra mær.

Spell at kósin er farin avlagi, men í einum komandi solidariskum stríði kunnu vit finna og seta kósina á eitt Føroyar fyri øll.

Dagfinnur Danbjørg.