Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

SARA OG STEINTÓR SYNGJA OG SPÆLA Í SPANIASTOVU

Tónatindar 2012: 17.MARS KL 21 syngja og spæla Sara Grabow, DK, og Steintór Rasmussen, FO, í Spaniastovu í Klaksvík.

Sara Grabow fer at spæla og syngja løg av fløgunum "Mund til Mund" og "Ren Kliché".

Steintór Rasmussen fer at bæði at framføra løg av nýggju fløguni Valla foldum á og av fløgum sum hann hevur givið út sjálvur og saman við Frændur.

Vælkomin til eitt hugnakvøld við góðum tónleiki og frásøgu.

Atgongumerki eru til keyps á ww.nlh.fo, kunningarstovuni í Tórshavn, Runavík, Klaksvík og í Leikalund. Dyrnar lata upp kl 20.

Um Steintór Rasmussen

Steintór hevur í eini 35 ár skriva yrkingar og gjørt løg.

Úr tónleikaskríni hansara kenna vit 6 Frændur útgávur, 3. Soloútgávur, Kular røtur og mong tónleikaíkast, sum hava ríkað føroyska tónleikaheimin.

Sangir sum : Minnist tú gildi, Føroyar, Eros, Dupult song, Sangur til Frælsi og aðrir av sangum hansara eru fólkaogn í dag.

Sigast kann at Steintór er heimsborgarin úr Klaksvík, sum yrkir um frið, tolsemi, kærleika, átrúna og hundin Brúna.

Av nýggju fløguni Valla foldum á , sum kom út í 2012 er Kom aftur Jesus eitt av nógv spældu løgunum.

Um Sara Grabow

Sara Grabow er tónleikari, tónasmiður og sangari úr Danmark. Hon hevur givið út fløgurna “Mund til Mund” í 2001 og “Ren Kliché” í 2010.

Sara Grabow hevur útbúgving sum sangari frá Rytmisk Musikkonsertvatorium. Hon hevur verið við á fleri tónleikaútgávum hjá Sebastian (pápi hennara), hon hevur verið komponistur og sangari í øðrum orkestrinum í Danmark, eins og hon hevur luttikið á fleiri teatur-konsertum. Sara Grabow hevur sína fyrstu konsert í Føroyum í Spaniastovu.