Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Leivur í egnum urtagarði við

barndómsheiminum í baksýninum.

Santiago við Stein er slóknaður

Tórbjørn Jacobsen:

“Elli er vekjari mín,” segði hin gamli. “Hvussu ber tað til, at gamlir menn vakna so tíðliga? Er tað fyri at liva ein dag longur?” “Tað veit eg ikki,” segði drongurin, “alt eg veit, er tað, at ungir dreingir sova fast og leingi.” Soleiðis spjalla teir báðir saman, Santiago og Manolin, í heimsgitnu skaldsøguni “Gamli maðurin og havið” hjá Ernest Hemingway, bókin sum lynti undir, at hann fekk Nobelvirðislønina fyri fagrar bókmentir.

Ein klassikari sum aldri doyr. “Deyr fé, deyja frændur, deyr sjálfur ið sama. En orðstír deyr aldregi hveim er sér góðan getur.” So verður sagt í Hávamáli. Leivur Justinussen, við Stein á Glyvrum, er farin í annað ljós at vera. Týsmorgunin spaseraði hann framvið tilbúna veiðireiðsskapinum út í ein sjúkravogn, helst fyrsta ferðin í 87 ár, at ein almenn funktión hevur tikið sær av honum, og fáar tímar seinri slóknaði hann á Landssjúkrahúsinum, ivaleyst mettur av døgum, hóast vit ikki høvdu varnast tað, so birgur, raskur, áhaldin, virkandi, áræðin, røkin og klárur hann var fram til løtuna, táið Guð mundi halda, at tímin var komin.

Minnist frá óvitaárunum at júst hendan bókin hjá Hemingway, um gamla cubanska útróðrarmannin Santiago stóð í bókarókunum í heiminum hjá Leivuri og faðirsystir míni Nancy. Í týðingini hjá Jacob Olsen. Seinri fann eg útav, at tað var alt annað enn tilvildin, sum hevði borið hana inn hagar. Í høvuðspersóninum hevði Steinamaðurin funnið mannin hann til fulnar kundi identifisera seg við, undantikið tó, at Leivur ongantíð gjørdist óeydnusamur sum veiðimaður. Í djúpari pakt við natúruna livdi hann í vónini og frøini um at síggja næsta toskin koma upp úr havsins djúpu námum, og seinru árini av fjarðarinnar botni, at gogga hann inn um lúnningina og stokkin og ongin hevði betri skil fyri at leggja til og gjøtla til miðis enn júst Leivur. Tolið og treisknið av Steini er tiltikið. Í ovurmát var hann ríkaður við hesum talentunum, í positivari merking.

Leivur Justinussen varð borin í heim á Glyvrum hin 17. august 1925. Sonur Jústines við Stein og Billu heiman úr Túni á Toftum. Tey vóru skilafólk, og kálvføðingin á øllum mótum hevur verið dygg. Minnist frá smádreingi, at hetta var eitt opið heim, har rúm var fyri øllum. Billa plagdi at traktera okkum við kaffi, og við sínum flogviti fýrdi hon ikki fyri at skjóta frá mjødnini við sínum hugsanum. Orð vórðu skift tá fólk kom á gátt, og soleiðis gjørdist Leivur ein sera vitandi maður, væl konsoloderaða intellektið gjørdi tað ikki verri, og eitt sum eg serliga legði til merkis vóru evni hansara at reflektera. Hann trúði ikki øllum slaviskt sum hann las, og eg minnist serliga aftur á samrøðurnar vit høvdu á vaktunum, har hann bíbliukønur sum fáur, tók brot burturúr Heilagu skriftunum og grundaði yvir hví skribentarnir í Miðeystri høvdu ýtað av sum gjørt var. Av einum eldri manni at vera hevði hann eina heilt serliga kritiska tilgongd til alt sum hann sá, las og hoyrdi. Í positivari merking. Sum sagt verður, hann svølgdi ikki øllum rátt.

Leivur hevur verið um fermingaraldur, táið menn í Europu fóru undir at syndra hetta gamla kontinentið. Týsku nazistarnir ætlaðu at leggja heimin undir seg. Leivur arbeiddi hesa tíðina hjá bretum, allieraða mótpartinum, sum royndi at bjarga europeisku siðmenningini. Hann virkaði við installatiónirnar í Søldarfirði og um okkara leiðir annars, meðan stríðið leikaði á, m.a. var hann bilførari. Í oktober mánaða 1944 rakti ein harður smeitur heimið við Stein. Eldri bróðurin Bill fórst við “Verdandi” 21 ára gamalur. Hon var farin av Siglufirði, og spurdist ongantíð aftur íaftur. Menn hildu, at hon mundi hava siglt seg á eina minu. Eftir stríðslok fór Leivur til skips og stríddist á thilju og brúgv dastið av eini hálvari øld. Fyrstu tvey árini við koltogaranum “Urd”. Hann lat væl at hesi tíðini, hóast hetta føroyska uppkeypið av gomlum togarum í afturhvarvinum var meiri enn ivasamt. Minnist hann plagdi at tosa um hendan eina dagin, teir lógu uppi við Bjarnoynna. Í góðveðrinum stóðu teir eina løtu og speidaðu út í havsbrúnna, tá letur í Tummasi Hans í Rituvík, at tóvmegin á “Urd” var so munalítil, at havhestarnir ikki høvdu áneyðir at køkja í fyri at fylgja í kjalarslóðini á honum.

Seinri var hann við Lambanesi, Lizzie, Minnie, Vesturhavinum Blíða, Columbus og Havalduni. Gitin er enn roktúrurin hann var skipari við Havalduni undir Íslandi. Rokaður undir lúkurnar og væl tað eftir 10 setum. Seinru árini sigldi hann í koffardi sigling sum stýrimaður og skipari, og soleiðis kom hann víða um í verðini, og sum hin góði eygleiðarin hann var fekk hann nógv burturúr hesum árunum og vitsti frá mongum at siga.

“Børnini hjá fiskimonnum kenna ikki sínar pápar.” Soleiðis tekur Jóanes Nielsen til í frægu yrkingini “Trý brøv til ein fiskimann”. Tað legnaði seg soleiðis, at børnini hjá Leivuri og Nancy, systkinabørn míni, og vit systkini, komu at liva undir hesum korum, at har vóru í grundini bara tvær mammur í húsunum báðum, sum lógu í grannalagi og svágarskapi við Stein á Glyvrum. Menninir vóru cash-kýr og innløgumenn í váta elementinum, at kalla ongantíð heima, vit kendu teir nóg illa, táið teir onkuntíð skutust sum ternur á egg, ímeðan alt ræði, allar heimildir og full ábyrgd vóru latin konunum at umsita húsarhald og børn. Ikki hissini byrða, ið hevur ligið á føroyskum konum og kvinnum, táið dastið av monnum landsins høvdu sína innløgu úr og av sjónum. Kanska skuldi ein kollektiv standmynd verið hevjað úr svørði fyri hesum kvinnum, sum lyftu Føroyar upp á eitt hægri og hægri vælferðarstøði.

Soleiðis vuksu vit upp og soleiðis gjørdust húsini í fjølskylduni sum eitt. Bar tað so á, at tørvur var á tí, so skiftist man um at herberga hvørjum øðrum í eina tíð. Minnist bara væl aftur á hesa tíðina, hóast faðirfigurarnir kanska vantaðu í umhvørvinum. Hetta bleiv kortini kompenserað við abbunum, ið royndu sum frægast at díkja á okkum, fyri at sum frægast skuldi koma burturúr seinri í lívinum. Uppilagstir fekst samband við teir aftur, og hóast aldur eisini var komin á okkum tá, so gjørdist hetta ein rík tíð í góðum samskifti.

Tað tóktist sum livdi Leivur samsvarandi eini stálsettari filosofi. Í pakt við natúruna og í so stóran mun sum til bar í einum naturalum húsarhaldsbúskapi. Hann var sera væl lisin, og ikki vóru tað lættisoppar hann hevði við sær ávegis at tørna inn. Á frívaktunum og við hús. Um hann hevur lisið “Au retour á la nature !” hjá Jean-Jacques Rousseau skal ikki vera sagt, - kanska hevur hann hugsað og greinað seg fram til hesa kredduna sjálvur. At Jørðin og jørðin er okkara, og at bara ber til at liva og yvirliva av og burturúr tí sum úr henni kemur. Tú skalt eta tey epli tú sjálv/ur hevur velt, syngur frálíki fólkasangarin kári p. - og nú liggja seteplini í krubbuni í kjallaranum og bíða eftir hondum hansara sum sleptu um náttverðatíð týskvøldið. Leypurin við veiðireiðsskapinum stendur ráðaleysur á kjallarsgólvinum, glastrevjabáturin, 5-mannafarið “Marjun”, uppkallaður eftir onkardóttrini, isar í fortoyningarnar í bátahylinum Niðri í Støð, og hundurin Blakk syrgir sáran harra sín, smoykin lavar hann framvið húsunum og veit ikki síni livandi ráð. Hann er farin í hungursverkfall, nú hann ikki skilir hvat fram er farið, ella hevur hann kanska tevjað seg fram til feigdina, sum rakti heimið, hann var ein integreraður partur av. Friður er eisini á botni, har fiskurin bíðar eftir loddi og teini hansara, sum betri enn nakar dugdi at veiða á Skálafjørðinum í okkara tíð. Hann kom ongantíð krøktur aftur. Kanska livdi hann eftir serføroysku devisuni, at ongin datostemplaður matartuggi skuldi niður í frystiboksirnar, sum støðugt og áhaldandi vóru á rokanum. Hjallurin við og seiðatræið. Høvdu allir føroyingar livað eftir hesi filosofiini, hevði ikki verið trupult at rokkið einum sjálvberandi búskapi í húsarhaldum, hjá landi og kommunum. Hann var ikki farin upp í eina tekniskt konstrueraða samtíð, har hjólbøran stjórnar manninum, men øvut stjórnaði hann henni. Kortini hevði Nancy krøkt eina fartelefon í hann, bara fyri at vita um tann gamli maðurin, hin lokali Santiago, kom aftur av veiðiferð ella ikki.

Nancy og Leivur høvdu nú livað í hjúnabandi í 63 ár. Tey eiga eina dóttir, Marjuna, og synirnar Napoleon, Jústines og Sverra. Gitnir ítróttarmenn í fleiri ítróttargreinum, serliga í hondbóltinum, har teir allir hava verið í broddi fylkingar, og hetta sæst nú aftur í næsta ættarliðnum eisini, eitt nú hevur StÍF notið gott av evnum teirra. Leivur var ógvuliga áhugaður í ítrótti. Tíðum var hann at síggja fram við síðulinjuni, táið StÍF og fótbóltslið hansara NSÍ var á vølli, og tað fór ikki ein dystur av týdningi framvið á skíggjanum, uttan at hann íðin fylgdi gongdini í Europu og í heiminum annars.

Sum áður sagt, so kendi eg meg sum ein part av hesum húsinum, sum rýkur av røkiskapi, par exxellance skal sigast. Hygg at urtagarðinum, húsunum innan sum uttan, har hanga ongir lepar við. Nú steðgaði alt upp, tað tykist sum bíða hús og vøkstur eftir manninum við teimum merkiliga nógvu virkisevnunum og huginum at fáa alt so væl frá hondini, tað eru bara tvey ár síðani hann einsamallur kleiv uppi á og málaði sær tekjuna.

Í fjølskylduni hava vit í mong Harrans ár havt ta siðvenju, at hittast til kirkjukaffi og ta bestu hvítu sandkøkuna í øllum heimi hjá fastrini, eftir at guðstænastan í Glyvra kirkju er av. Bara annan jóla- og páskadag var magnfylri leskur latin í tað eina glasið. Hetta hava verið fløvandi løtur. Har øll heimsins gerðarmál hava verið uppi og vent. Politiski observansurin var ikki hin sami hjá okkum øllum, tí var strongurin uppi onkuntíð, og tá plagdu vit skemtiliga at biðja um hjálp frá eftirburðinum og cand.polittaranum Sverra. Leivur var maður av fáum orðum vanliga, men táið eg lá á sjaselongini í stovu tínari og tú so fryntliga vildi tosa um fiskiskap, samfelag, trúgv og onnur áhugamál var løðingin sterkari eftir hesa vikuligu dosis, sum kom mær so væl við. Tað er minkað burturav hesum fræga liði ígjøgnum árini. Abbi, gubbi og Klæmint farbróður og nú bíðar hamur Leivurs bara eftir tí evstu signingini frá Bjartalíð presti, hesumegin tjaldið, sum ættarliðini, eitt fyri og annað eftir, treytaleyst skulu snúgva sær ígjøgnum. Sálin situr nú við føtur Hansara sum øllum ræður. Men hann var tilbúgvin og avkláraður, ella sum Viderø letur Sívar siga í seinastu bókini “Frá landi á fyrsta sinni”: “Nú er hann farin – men tað er lívsins gongd – maður er ætlaður at ganga burtur – vær skulum læra at ganga burtur – stórt er lívsins hav og djúpt – tað er hin lívsins torvelda siglingarfrøði at læra – gloymi hetta ikki –“

Nú tú skuldi fara so brádliga kæri vinur, hevði eg ynskt, at tað hendi á floti, tá hevði tú fingið tann flotta deyðan, tú hevði uppiborið, men tað líktist tær nú kortini at fara frá okkum á lívsins hermóti, júst soleiðis sum tú virkaði alt lívið á tamb í gerninginum fyri konu, børnum, fjølskyldu og móðurlandi. Líka so væl kundi tað hent seg, at tú lást í skýmingini tá tað hendi, tann gamli maðurin og havið, og tú kundi sagt sum Santiago, táið hann stríddist við tann stóra fongin, sum hávurin piðaði inn á beinið: “Nú verður skjótt myrkt, so skuldi eg fingið at sæð glæmuna av Havanna.” Nú sást tú inn í eina heilt aðra og betri glæmu á alljósum degi.

Góða faðirsystur, Nancy, hjá tær verður sorgin hin mesta. 63 ár eru ikki 63 dagar. Harmoniurin og kærleikin í lívið tykkara var ektaður, og tit høvdu skákað hvørt annað soleiðis av, at javnstøða valdaði í hjúnabandinum, soleiðis kendi eg tað sum sitandi á fyrstu parkett uttanfyri grundstammuna í fjølskylduni. Mátti Harrin siti tær trúgvur við lið í sorgini og sakninum, og tú kanst vera vís í, at sunnudagssceansurnar við sterkum kaffi og hvítari sandkøku halda fram í ókomnum døgum.

Æra veri minni um bygdarmyndina Leiv Justinussen.