Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sannlíkt at ES kortini revsar Føroyar

SAMBANDSFLOKKURIN Á CHRISTIANSBORG: - Hóast ES sigur seg ikki vilja revsa Føroyar fyri makrelfiskiskapin í ár, kann væntast, at sildafiskiskapurin kann útloysa revsitiltøk, sum frá líður, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður, eftir samráð við danska fiskimálaráðharran í dag.

- Málið um ES-revsitiltøk ímóti Føroyum er ikki so einfalt, sum danski fiskimálaráðharrin vil gera tað til.

Hetta sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, sum í dag setti fiskimálaráðharra Danmarkar, Mette Gjerskov, kritiskar spurningar um møgulig revsitiltøk frá ES ímóti Føroyum.

- Hóast ráðharrin sigur, at ES ikki vil revsa Føroyar fyri makrelfiskiskapin í ár, eru sterkar kreftir í ES, ið arbeiða hart fyri, at fáa revsitiltøk sett í verk, nú eisini tí at ósemja er um sildafiskiskapin hjá Føroyum, sigur Edmund Joensen.

Hann vísir á, at ES-kommisserurin í fiskivinnumálum, Maria Damanaki, fyri fáum døgum síðani hótti við revsitiltøkum.

Fólkatingsmaðurin vísir eisini á, at skotski fiskivinnumálaráðharrin, Richard Lockhead, so seint sum fyrradagin, sambært BBC, heitti á ES-kommissiónina um at revsa Føroyar, tí Føroyar fara at áseta sær sjálvum sína egnu sildakvotu uttan um hini strandarlondini.

- Mette Gjerskov, fiskimálaráðharri, noyddist at geva Sambandsflokkinum rætt í, at ósemjan um sildafiskiskapin leggur trýst á ES-kommisiónina, og at ónøgdin við Føroyar nú er vorðin størri, sigur Edmund Joensen.