Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú grivið verður fyri Skúlanum á Fløtum, og farið verður at byggja fyrsta dagin, er løtan komin at viðgera umstøðurnar kring framtíðar miðbýarskúlan í Havn. 

Miðbýarætlanin skal sjálvandi eisini fevna um ein livandi og mennandi miðbýarskúla. Vit eiga tí samsvarandi fólkaskúlalógini at seta ein arbeiðsbólk við umboðum frá  skúlastýrunum í Havn at gera tilmæli til møguligar broytingar í skúlabygnaðinum, serliga til tess at framtíðartryggja ein miðbýarskúla í tryggum og góðum kørmum. 

Millum annað hesar spurningar havi eg sum forkvinna í Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs viðgjørt saman við skúlastýrinum fyri Sankta Frans Skúla á fundi longu tann 12. mai í ár. 

Á hesum fundi samdust vit um seta arbeiðsbólk at viðgera Santa Frans skúla og framtíðar miðbýarskúlan. Til dømis varð umrøtt, at skúlabygningurin í Kongagøtu skal gerast ein partur av Sankta Frans Skúla, onnur átrokandi neyðug átøk vóru umrødd, eins og serligar námsfrøðiligar ætlanir vórðu nevndar. 

Ætlanin var at formalisera hetta arbeiðið í august í ár. Men tað kann eins væl gerast beinan vegin. 

Arbeiðsbólkur setast at gera bygnað fyri miðbýarskúla í Havn
Eg fari tí at skjóta upp at vit á býráðsfundi í dag og í tráð við fólkaskúlalógina taka avgerð um at seta eina nevnd at viðgera skúlabygnaðin fyri ein framtíðar miðbýarskúla, og hvussu miðbýarskúlin  í Havn kann verða skipaður, eisini við atliti at hinum skúlunum í kommununi. 

Henda avgerð er  í samsvari við samtyktina í Mentamálanevndini frá 10. Februar í ár, har samtykt varð, at menna Sankta Frans skúla sum miðbýarskúla í Havn. 

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs