Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sangleikur í Løkshøll: Eitt veruligt ævintýr

”Eitt veruligt ævintýr” er ein stuttligur og spennandi sangleikur, ið fer fram í tveimum heimum – einum ævintýrheimi og so eisini so eisini í einum veruligum, vanligum skúla. Vit hitta allar teir kendu ævintýr’figurarnar’, t.d. Snjóhvítu, Øskufíu og stjúksystrarnar, Tornarósu, Prinsin á hvíta hestinum, Hans og Gretu, Klokkublómu, Reyðhettu, Gandaspegilin, Veiðimannin og fleiri onnur.

Tá Gandaspegilin av óvart kemur at nevna, at hann kann senda ævintýrfólk inn í ’veruleikan’ fyri óndu stjúksystrunum hjá Øskufíu, verður alt ein ruðuleiki. Systrarnar fara ígjøgnum spegilin inn í veruleikan – beint inn í ein vanligan skúla. Tær koma skjótt í hóslag við Grímhild, Óðin og teirra harkalið, og so hendir mangt og hvat.

Tað eru lærararnir, Bárður á Lakjuni og Marjun Djurhuus, ið hava sangleikin undir hond. Leikurin er leystliga týddur úr enskum. Bárður hevur gjørt orð og løg til sangirnar og lagt tónleikin til rættis.

Leikurin verður sýndur í Løkshøll mikukvøldið 11. apríl kl. 19.00.

Atgongumerki kunnu keypast frá Kunningarstovunum í Fuglafirði og Runavík, og fáast annars til keyps 1 tíma undan sýning.

Kostnaður 100 kr.