Sandoyggin sum frítíðarparadís
Ein kinverskur milliarderur hevur leingi ynskt at keypt eitt stórt øki á Norðurlandinum í Íslandi, sum hann hevur ætlað at gjørt til eitt attraktivt frítíðarparadís, men íslendingar hava ikki viljað givið honum loyvi til tess, so nú er hann heima aftur, har hann arbeiðir við nýggjum projektum. Tá eg hoyrdi hesu tíðindi, sló tað meg:
Hví seta vit føroyingar okkum ikki í samband við nevnda milliarder og bjóða honum at gera eina ætlan fyri suðurøki við Sandoynni sum sentrum við alskyns frítíðarfasilitetum og við fult fíggjaðum undirsjóartunlum, sum kunnu binda alt Suðurøki við Norðurøki, og sum kunnu verða afturgoldnar um eini 30 ár?
Kanska kundi hetta verðið framtíðarloysnin, sum okkum annars leingist eftir at fáa realiserað.
Landið eigur tí - í hesum sambandi - at seta ein vælkvalifiseraðan bólk, ið kann slóa veg fyri neyðugum sambondum (m.a. til kinverska milliarderin) og fyrireikingum fyri um møguligt at gera Suðurøki við Sandoynni í sentrum til eitt frítíðarparadís við undirsjóartunlum, ið binda stórt sæð allar Føroyar saman.
Vónandi fellur hetta uppskot í góða jørð og ber stóran ávøkst nú og í framtíðini.
Men tað krevur mót og manshjarta og hartil sterkan vilja til at fremja loysnir, har mong bert síggja trupulleikar. Tó - sum tey gomlu søgdu - har viljin er, har er eisini ein vegur.
Dagfinnur Danbjørg.