Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sandoyartunnilin – politisk kastibløka!

Politiskt virksemi í hægstu summarfrítíð

Vanligt er, at tá Tingið er farið í summarfrí, er ikki tað stóra politiska virksemi fyrr enn Tingið kemur saman aftur á Ólavsøku. Soleiðis kann ikki sigast um summarið í ár. Í hægstu summartíð, hevur nógv politisk virksemi verið, eisini tá talan hevur verið um tunlar.

Tað seinasta kom fram fyri nøkrum døgum síðan, tá landstýrismaðurin í fíggjarmálum boðaði frá, at almenna partafelagið Sandoyartunnulin skuldi stovnast.

Samgonguavtalan og politiskur fylgibólkur

Í samgonguskjalinum um samferðslu stendur m.a., at samgongan er samd um, at ein langtíðar løguætlan verður gjørd frá árinum 2012 til 2024 , ið kann skapa vøkstur um alt landið. Í hesari langtíðar løguætlan er at finna ein loysn á føstum sambandi til suðurøkið.

Fylgibólkur við umboðum úr samgonguflokkunum, skuldu manna henda bólk. Tó varð tann skilagóða avgerðin tikin, at allir flokkar skuldu hava umboð í bólkinum.

Innlendismálaráðið hevur havt ábyrgdina av at veita upplýsingar o.a. til politiska fylgibólkin og undirritaði er valdur sum politiskt umboð fyri Sambandsflokkin. Tveir fundir hava higatil verið.

Á fyrsta fundinum hjá Innlendismálaráðnum, varð alt tilfar, ið Landsverk hevði um verkætlanina, lagt fram. Eisini var viðgørt, hvat var eftir at gera, áðrenn kundi komast við endaligari niðurstøðu um linjuføring og kostnaðarmeting av verkætlanini.

Tann næsti fundurin var á Sandoynni, har hugt var eftir teimum trimum møguleikum. Vestan- og eystan fyri bygdina í Skopun og í Traðardali. Alt hetta stendur ósvarað enn, tí tær seinastu kjarnuboringarnar inn við land á Sandoynni vanta. Tá hesar fyriliggja, ber endaliga til at staðfesta linjuføringina, og endaliga meting av einum kostnaði.

Til at koma hartil, er neyðugt at Landsverk fær eina játtan uppá 5-6 mió.kr. til hesar borðingar.

Stovnan av almennum partafelag – stríðir móti partafelagslógini

Tað nýggjasta vit nú hoyra er, at landstýrismaðurin í fíggjarmálum er komin inn í málið, og skal stovna alment partafelag við 1 mió.kr. í partapeningi.

Til at gera tað arbeiðið, ið fylgibólkurin skal fyrireika, er ikki neyðugt at stovna nakað partafelag, tvørturímóti. Tað, sum skal gerast allar fyrst er at lata Landsverki neyðugu játtanina, til at gera tær endaligu kanningarnar.

Tað er í stríð við partafelagslógina og meiningsleyst at stovna eitt alment partafelag.

Búskaparligar úttrokningar í sambandi við íløguna og raksturin av einum Sandoyartunli vísa greitt og týðuliga, at tunnilin fer at krevja bíligastu fíggingina og raksturin fer at geva árliga stórt hall. Eftir partafelagslógini hevur eitt partafelag m.a. sum endamál at verða rikið á vinnuligum grundarlag - alt annað er í stríð við partafelagslógina. Tá verkætlanin er eitt stórt “reytt búskaparligt hol í jørðina,” er hetta ikki at verða rikið á vinnuligum grundarlag.

Tí eru aðrar stórar samferðsluíløgur fíggjaðar beinleiðis á fíggjarlógini – td. Smyril, vegna tað, at verkætlanin og tess rakstur ikki hongur saman búskaparliga og fer ongantíð at gera tað.

Tað gevur heldur ikki meining, at alment partafelag verður sett á stovn við avmarkaðum inntøkugrundarlag og vitandi frammanundan um stór rakstrarhall. Landið hevur heldur ikki loyvið at veita játtan sum ískoyti til raksturin hjá einum partafelag umvegis fíggjarlógina.

Ein mió.kr. í partapeningini verður skjótt etin upp av einum rakstrarhalli og tørvinum á útreiðslum.

Tað einasta sum hendir at landið brúkar pening óneyðuga til eina nevnd og stjóra, hvørs fyrsta uppgáva er at áseta sær nevndarsamsýning og løn til stjóran.

Eitt alment partafelag kann og skal tí ikki setast á stovn yvirhøvur til verkætlanina at byggja nýggjan Sandoyartunnil. Rættað amboðið er ein verklagslóg og langtíðar løguætlan.

Politiska støðan í Sambandsflokkinum

Eg ivist stórliga um Sambandsflokkurin stendur samdur um at stovna alment partafelag. Málið er so ikki viðgjørt enn innanhýsis í flokkinum.

Tá vit eru komin hartil, at kostnaðarmeting, linjuføringar og annað tilfar fyriliggur, og støða skal takast um sjálva verkætlanina, er tað ein nýggj støða.

Um arbeitt verður víðari við at stovna alment partafelag, eigur politiski fylgibólkurin, ið hevur virkað í nakrar mánaðar at verða avtikin og sendur til hús.

Virðilig loysn fyri Sandoyingar

Sandoyggjafólk hava fingið nóg mikið av “torvmold í eyguni”, tá talan hevur verið um tunlar. Tey hava ikki brúk fyri, at okkurt poppar upp í tíð og ótíð, nú inflatión er við at koma í um tunlar. Fyriliggjandi uppskot líknar tí mest einum politiskum stuntnummari frá landsstýrismanninum hjá Fólkaflokkinum.

 Lat okkum sláa kalt vatn í blóðið og greiða tann setning, ið politiski fylgibólkinum varð álagdur - tað kunnu vit gera til heystar. Lat okkum brúka vit og skil – øllum landinum at frama.

Eivin H. Jacobsen

Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin