Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sandmaðkur í brennidepilin í FP7 verkætlan

Sandamaðkaslagið Anisakis er aftur komið í brennidepilin innan matvørutrygd hjá ES, tí fólk kunnu fáa álvarsliga magapínu, um tey fáa tílíkar livandi rundormar í seg. Eisini er ovurviðkvæmi staðfest hjá fólki, sum hava fingið hetta sandmaðkaslagið í seg.

ES-granskingargrunnurin hevur innan FP7 játtað fígging til kanningar av sandmaðkaslagnum Anisakis í fiski. Fjúrtan lond við Atlantshavið, Miðalhavið og Kyrrahavið fara at kanna títtleika og nøgd í ymsum fiskasløgum í hesum høvum. Eitt av londunum er Føroyar, og tað er Havstovan, sum stendur fyri føroyska partinum av kanningini.

Við at luttaka í hesum kanningarbólki, fáa vit lut í tí nýggjastu vitanini á økinum – samstundis sum fiskur á føroyskum havøki eisini fer at verða kannaður. Fyri Havstovuna fara Mourits Mohr Joensen og Dánjal Petur Højgaard at luttaka.

Kanningarnar byrja í 2012 og enda í 2015.