Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á myndini eru Anna Maria Østerø, ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingur og Jansy Gaardlykke dagligur leiðari hjá Krabbameinsfelagnum, tær koma at leiða bólkin.

Samtalubólkur fyri makar hjá krabbameinsraktum

Tá krabbamein rakar, ávirkar tað alla familjuna. Gerandisdagurin broytist frá tí, sum man plagdi at gera, og ofta til reint kaos.

Kaos bæði praktiskt og kensluliga, alt kennist øðrvísi, og tíðin undir sjúku kann verða ógvuliga tyngjandi.

Sum maki at krabbameinsraktum verður ofta neyðugt at taka støðu til nógv nýggj og øðrvísi viðurskiftir. Tað kann vera trupult at fáa alt til at ganga upp í eina hægri eind. Arbeiði, familja og tað sosiala lívið kemur undir størri trýst, og mitt í sorgini og stúranini, skal makin hjá tí sjúka hjálpa, ugga og fáa tað praktiska at virka sum best undir nýggjum fortreytum.

Hetta setur stór krøv, og tað kann vera torført at at vita, hvat gerast skal, fyri at hjálpa á bestan hátt.

Tá ið vit eru vitandi um, at stuðulin frá makanum hevur alstóran týdning fyri tann sjúka, og at tað eru nógvir avbjóðingar og krøv til makan, bjóðar Krabbameinsfelagið makum at krabbameinssjúklingum at koma í samtalubólk.

Í samtalubólkinum møtast tey við øðrum, sum eru í líknandi støðu. Í bólkinum er høvi at seta orð á hugsanir og ivamál og fáa stuðul at loysa møguligar trupulleikar í tryggum umhvørvi.

Bólkurin møtist fyrstu ferð 12. september frá kl. 13-16 í hølum felagsins, Grønlandsvegur 58, 100 Tórshavn.

Tilmelding og nærri kunning fæst við at venda sær til felagið á tlf. 317959 ella við at senda teldupost til ffk@krabbamein.fo