Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Samtalubólkur fyri fólk, sum hava fingið staðfest krabbamein

Hevur tú krabbamein? Krabbameinsfelagið bjóðar tær at luttaka í samtalubólki, har tú fært møguleikan at hitta onnur í somu støðu sum tú. Okkara royndir vísa, at tað hjálpir at hitta og koma saman við øðrum í somu støðu og sum hava kent sjúkuna á egnum kroppi.

Samtalubólkur fyri fólk, sum hava fingið staðfest krabbamein  

Tá ein fær staðfest  krabbamein, er vanligt at hava nógvar spurningar. Tørvurin á upplýsing, vitan, stuðli og hjálp kann vera stórur.

Tað er gott at fáa nógva og góða hjálp frá familju, vinum og fakfólki. Okkara royndir vísa, at tað harafturat hjálpir at hitta og koma saman við øðrum í somu støðu og sum hava kent sjúkuna á egnum kroppi. 

Tí bjóðar Krabbameinsfelagið tær at luttaka í samtalubólki, har tú fært møguleikan at hitta onnur í somu støðu sum tú. Ætlanin er at bólkurin hittist uml. 6. ferðir, aðru hvørja viku.

Bólkurin møtist fyrstu ferð, í mai mánað, í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58 í Tórshavn.

Ynskir tú at luttaka í hesum samtalubólki, ella kundi tú hugsa tær at vita meira um bólkin, ert tú vælkomin at venda tær til Krabbameinsfelagið tel. 31 79 59 ella 21 79 57 ella umvegis teldupost: kmf@krabbamein.fo