Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

SAMSTARVSAVTALA

SAMSTARVSAVTALA

Semja millum

Javnaðarflokkin, Tjóðveldi, Fólkaflokkin og Sambandsflokkin fyri 2013 - 2016

 SAMSTARVSAVTALA

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin skipa við hesi avtalu breitt samstarv í Tórshavnar býráði árini 2013-2016. Samstarvið er grundað á eitt ynski um at fáa góðar varandi semjur um stór mál, sum eitt komandi býráð skal taka støðu til, við grundarlagi í eini so breiðari umboðan av borgarum í Tórshavnar kommunu sum til ber.

Politiskar bygnaðarbroytingar

Flokkarnir broyta við hesi avtalu politiska bygnaðin, soleiðis at 5 fastar nevndir verða í staðin fyri tær 7, sum eru í dag. Høvuðsendamálið við broytingini er at geva bæði borgarum og vinnulívi í kommununi betri og skjótari tænastu. Endamálið er eisini at nýta fyrisitingarliga tilfeingið í kommununi effektivari, eitt nú við at fáa í lag eina fastari málstýring og samskipa arbeiðið í politisku nevndunum millum nevndirnar og millum nevndir og býráð.

Tær 5 føstu býráðsnevndirnar verða:

Fíggjarnevnd, sum kemur at hava hesi málsøki: Fíggjarviðurskifti, starvsfólkaviðurskifti, ognir kommununar, leigumál, Sløkkiliðið, kommunuplan og yvirskipað mál sum framtíðar orku, bústaðarfígging, gransking v.m..

Tekniska nevnd, sum kemur at hava hesi málsøki: Býarskipan og byggisamtyktir, útstykkingar, byggimál, lendismál, náttúru- og umhvørvi, kirkjugarðar, bygningsrakstur og viðlíkahald, ferðslumál, bussleið, vegir, umhvørvismál, renovatión, vatnveiting- og vatngóðsku, kloakkir og yvirflatuvatn.

Trivnaðarnevnd, sum kemur at hava hesi málsøki: Familjupolitikk, eldraøkið, barnavernd, dagstovnaøkið, námsfrøðiligu ráðgevingina, heilsuøkið, fólkaheilsa og barnatannrøkt.

Mentamálanevnd, sum kemur at hava hesi málsøki: Fólkaskúla, forskúla, frítíðarskúla, ungdómsvirksemi, kvøldskúla, musikkskúla, býarbókasavn, býarsavn, mentanarhøli, stuðulsskipanir, uttandura vøllir, ítróttaranlegg og ítróttahallir.

Vinnunevnd, sum kemur at hava hesi málsøki: Tórshavnar havn, smábátahavn, vinnubygningar og vinnuøki, oljuvinnu, fiskivinnu, ferðavinnu, cruisevinnu, handils- og tænastuvinnu, vinnunýskapan, vinnustrategi og hýruvognsloyvi.

Avgerðin um at skipa vinnunevndina sum eina av fimm føstum nevndum merkir, at býráðið hesa setuna vil stimbra hugin at menna verandi vinnur og at skapa nýggjar vinnur í kommununi. Býráðið vil víðka karmarnar fyri vinnunýskipan og betra korini hjá vinnulívinum sum heild.

Serstøk økisnevnd

Breiða samstarvið fevnir eisini um at styrkja og menna bygdir og øki á ymiskan hátt. Stovnað verður samskipandi serstøk økisnevnd at viðgera og taka stig til at dagføra og menna bygdirnar á øllum økjum. Umsitingarliga fara øll mál bygdunum viðvíkjandi um eina skrivstovu, ið sær til, at tey verða viðgjørd og avgreidd á viðkomandi stað. Henda skrivstova er eisini skrivstova økisnevndarinnar. Umboð fyri økisnevndina hava rætt til at møta á fundi í teimum seks ráðgevandi staðbundnu nevndunum.

Økisnevndin verður, eins og møguliga aðrar serstakar nevndir, skipað sum serstøk nevnd undir fíggjarnevndini sambært kommunustýrislógini.

Effektivari málsgongd og betri avgerðir

Broytingarnar í politiska bygnaðinum verða gjørdar, tí talið á føstum nevndum, serliga á tekniska økinum, er ov høgt. Mál ferðast mangan ov leingi í politisku og fyrisitingarligu skipanini, áðrenn tey verða endaliga avgreidd. Færri nevndir kunnu bøta um arbeiðslagið og avrikini hjá býráðnum. Endamálið er tí eisini at fáa greiðari og betri samskifti og samstarv millum politisku skipanina og fyrisitingarøkini.

Flokkarnir eru tí eisini samdir um, at miða ímóti at víðka um delegatiónina frá politiska myndugleikanum til tann umsitingarliga myndugleikan, so umsitingin kann avgreiða fleiri mál innan politiskt lagdar karmar. Hetta til tess at tryggja skjótari málgreiðslu og betri kor fyri politisku viðgerðunum.

Flokkarnir miða eisini ímóti, at flestu nevndarfundir frameftir skulu vera í vanligari arbeiðstíð, tá allar aðrar fyrisitingarligar funktiónirnar í kommununi eru tøkar. Samstundis verður landsstýrið biðið um at broyta grundarlagið undir nevndarsamsýningarskipanini fyri býráðslimir.

Politiskt innihald

Flokkarnir eru samdir um áðrenn 31. desember 2012 at gera eitt undirskjal til hesa avtalu, sum lýsir høvuðsmálini, býráðið skal arbeiða við í valskeiðinum.

Býtið av umboðandi størvum

Flokkarnir eru samdir um at býta umboðandi størvini og týdningarmestu nevndarsessirnar sínamillum soleiðis:

Javnaðarflokkurin fær borgarstjóra, 2. varaborgastjóra, formenninar í fíggjarnevndini, teknisku nevnd, trivnaðarnevndini og mentamálanevndini, tilsamans 3 limir í trivnaðarnevndini, mentamálanevndini, vinnunevndini og teknisku nevnd, 2 limir í fíggjarnevndini, 2 limir í serstøku økisnevndini umframt 1 umboð í nevndini í Fjarhitafelagnum.

Tjóðveldi fær 1. varaborgarstjóra, 1 lim í fíggjarnevndini, trivnaðarnevndini, mentamálanevndini, teknisku nevnd og vinnunevndini, formann í serstøku økisnevndini, nevndarlim í nevndini í SEV tvey tey seinnu árini í setuni, 1 umboð í nevndini í Fjarhitafelagnum.

Fólkaflokkurin fær formann í Vinnunevndini, tilsamans 1 lim í fíggjarnevndini, mentamálanevndini, teknisku nevnd og vinnunevndini, 1 lim í serstøku økisnevndini, nevndarlim í nevndini í SEV tvey tey fyrru árini í setuni, og 1 umboð í nevndini í Fjarhitafelagnum.

Sambandsflokkurin fær 1 lim í fíggjarnevndini, 1 lim í trivnaðarnevndini og 1 lim í serstøku økisnevndini.

Við hesum býti fáa allir flokkar umboðan í fíggjarnevndini, sum í mest møguligan mun skal tryggja breiða semju um fíggjar- og íløguætlanir, langtíðaríløguætlanir og onnur strategiskjøl av týdningi.

Fíggjarnevndin virkar sum politiskt sambindingarlið millum flokkarnar í samstarvinum.

Við vón um at røkka endamálinum við hesi slóðbrótandi avtalu í Tórshavnar býráði, undirrita umboðini fyri avvarðandi flokkar.

Tórshavn hin / 2012

Javnaðarflokkurin

Heðin Mortensen

Helena Dam á Neystabø

Sigrun Mohr

Tróndur Sigurdson

Elin Lindenskov

Halla Samuelsen

Bjørghild Djurhuus

Tjóðveldi

Jógvan Arge

Marin Katrina Frýdal

Jákup Dam

Fólkaflokkurin

Sjúrður Olsen

Bogi Andreasen

Sambandsflokkurin

Annfinn Brekkstein