Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Samstarvsavtala við Reyða Kross Føroya

Nú kann Reyði Krossur Føroya meira miðvíst og langskygt taka lut í humaniterum arbeiði kring heimin.

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur í dag skrivað undir samstarvsavtalu við Reyða Kross Føroya. Samstarvsavtalan inniber millum annað, at landsstýrið letur Reyða Krossi ein part av játtanini til neyðhjálp.

Í høvuðsheitum eru raðfestu økini hjá Reyða Krossi bráðfeingishjálp, fyribyrging av humaniterum kreppum og útbúgving. Tí eru partarnir samdir um, at pengarnir verða nýttir til at styrkja um virksemið á júst hesum økjum.

”Meira enn bara at lata pening, tá vanlukkur og kreppur raka, eiga vit eisini at brúka føroyska vitan og førleikar í humaniterum arbeiði kring heimin. Nú fer millum annað at bera til at fara undir at førleikamenna føroyingar at taka virknan lut í altjóða humaniterum virksemi,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

Við avtaluni fær Reyða Krossur Føroya betur skipað sítt virksemið, sum í mun til landsstýrið ofta hevur fevnt um at taka ímóti og síðani latið víðari pening í sambandi við vanlukkur úti í heimi.

”Nú fara vit undir eitt strategiskt samstarv við landsstýrið, sum gevur okkum størri rúmd at leggja til rættis bráðfengishjálp, fyribyrgjandi átøk og útbúgving, umframt at vit fáa styrkt okkara luttøku í altjóða virksemi innan humanitert arbeiði,” sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroya.

Samgongan hevur seinastu árini trífaldað samlaðu játtanina til menningarsamstarv og neyðhjálp. Játtanin í ár er 9 milliónir krónur.