Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Myndatekstur: Poul Michelsen.)

Samstarvsavtala um handil millum Útnorðurlondini

Dan Klein --- 02.09.2017 - 07:12

Hósdagin, 31. august, hevur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, luttikið á ársfundinum hjá Útnorðurráðnum, ið verður hildin í Altinginum í Reykjavík.

Evnið á ársfundinum er ”Vestnorden som stærk region i Arktis.” Á ársfundinum bar landsstýrismaðurin fram røðu, har hann legði dent á, at Landsstýrið raðfestir luttøkuna í Arktiska samstarvinum, og er tilvitað um stóra týdningin sum náttúran og umhvørvið hevur fyri tilverugrundarlagið hjá fólkinum í Útnorði. Tí er neyðugt at taka virknan lut í altjóða samstørvum til tess at verja havið og umhvørvið kring okkum.

Landsstýrismaðurin kunnaði somuleiðis um ætlanirnar hjá landsstýrinum um at skipa fyri einari ráðstevnu, ”Arctic Summit”, í Føroyum í mai 2018, har dentur verður lagdur á menning av nýggjum vinnumøguleikum í arktiskum samfeløgum.

At enda takkaði landsstýrismaðurin Útnorðurráðnum fyri teirra virkna og áhaldandi arbeiði at knýta londini í Útnorði nærri hvør at øðrum og at virka fyri nýggjum samstarvsøkjum.

Seinnapartin varð fundur millum uttanríkisráðharrarnar í Føroyum, Grønlandi og Íslandi, har samstarvsavtala millum tey trý londini varð undirritað. Í avtaluni binda Útnorðurlondini seg til at vaksa um handilin sínámillum, taka burtur møguligar forðingar og samstarva á uttanríkisøkinum, eitt nú í mun til avbjóðingarnar, ið standast av Brexit.

At enda varð árligi fundurin í Hoyvíksráðnum hildin millum Føroyar og Ísland, har Grønland eisini luttók sum eygleiðari.