Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

At vera sjúk/-ur og fáa viðgerð fyri krabbamein kann vera sera tyngjandi og kann ávirka alla tilveruna. Viðgerðin hevur ofta hjáárin við sær, og sálarliga kann tað eisini vera torført. Tú óttast, hvussu alt fer at ganga, um viðgerðin fer at hjálpa o.s.fr. Hetta eru sera vanligir spurningar.

Samrøðubólkur fyri teg, sum ert varandi sjúk/sjúkur av krabbameini

Dan Klein --- 04.06.2018 - 08:00

Samrøðubólkur fyri teg, sum ert varandi sjúk/sjúkur av krabbameini. - Byrjar 13. juni
 
At vera sjúk/-ur og fáa viðgerð fyri krabbamein kann vera sera tyngjandi og kann ávirka alla tilveruna. Viðgerðin hevur ofta hjáárin við sær, og sálarliga kann tað eisini vera torført. Tú óttast, hvussu alt fer at ganga, um viðgerðin fer at hjálpa o.s.fr. Hetta eru sera vanligir spurningar.
 
At hitta onnur í líknandi støðu kann gera stóran mun. Okkara royndir vísa, at tað hjálpir at práta við onnur, seta orð á og deila ymiskar upplivingar. Hetta minkar um óttan, og tú fært lættari greiði á tí, sum bilgist innaní av kenslum og tonkum. Lívsmót og lívsgóðska gerst størri, og dagligu avbjóðingarnar kunnu gerast lættari.
 
Bólkur hittist fyrstu ferð mikudagin 13. juni frá kl. 13.00 til 15.30 í hølum felagsins á Grønlandsvegi 58, 100 Tórshavn.
 
Tilmelding og nærri kunning fæst við at venda sær til Krabbameinsfelagið á telefon 317959 ella umvegis teldupost til kmf@krabbamein.fo innan fríggjadagin 8. juni kl. 12.00.