Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Samráðingarráð sett á stovn og tilnevnt

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur sett eitt serligt ráð á stovn við royndum og útbúnum fólki, ið hava førleikar antin innanfyri altjóðasamráðingar, fiskivinnu ella samskifti, at veita strategiska ráðgeving til landsstýrismannin og føroyska samráðingartoymið, nú samráðingarnar um norðhavssild og makrel standa fyri durum. Samráðingarráðið er skipað við hesi manning:

Kjartan Hoydal, formaður

Arni Poulsen, næstformaður

Bogi Eliasen, ráðslimur

Esther Dahl, ráðslimur

Hertha Olsen, ráðslimur

Hjalti í Jákupsstovu, ráðslimur

Kitty May Ellefsen, ráðslimur

Rúna Hjelm, ráðslimur

Sonja Jógvansdóttir, ráðslimur

Jákup Mørkøre, skrivari

Limirnir í samráðingarráðnum umboða ikki nøkur áhugamál, og eru einans bundnir av sannføring síni. Føroyska vinnan er umboðað í føroysku sendinevndunum fyri norðhavssild og makrel.** Jacob Vestergaard sigur, “at sjáldan í okkara søgu hava so stórar avbjóðingar verið fyri framman, nú tjóðskaparligu áhugamál Føroya skulu røkjast á ein fullgóðan hátt í sambandi við samráðingarnar um býtið av norðhavssild og makreli millum strandarlondini.”

Jacob Vestergaard sigur víðari, “at tað er avgerandi fyri tilgongdina, at føroyska samráðingartoymið fær holla ráðgeving frá samráðingarráðnum, og at hetta fer at lyfta samráðingarnar upp á eitt hægri støði, eins og tað fer at fólksliggera samráðingarnar, nú virði fyri nógvar milliardir krónur hjá Føroya fólki standa upp á spæl.”