Samráðingarnar um sáttmálan fyri Føroya Tele eru byrjaðar
Partarnir handaðu krøv týsdagin í farnu viku.
Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið eru nú farin undir at samráðast um sáttmálan fyri Føroya Tele, sum gongur út 1. januar 2021.
Týsdagin í farnu viku handaðu partarnir hvørjum øðrum krøv teirra til broytingar í sáttmálanum.
Næsti samráðingarfundur verður týsdagin í komandi viku.