Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Samráðingar um fríhandilsavtalu millum ES og USA

Í 2013 byrjaðu samráðingarnar um fríhandilsavtalu millum ES og USA eftir fyrireikingar í fleiri ár. Roknað verður við at avtalan verður klár at undirskriva í 2016.

Endamálið við at fáa fríhandilsavtalu í lag millum ES og USA er at styrkja búskaparvøksturin á báðum síðunum av atlantshavinum umframt at styrkja politiska og strategiska samstarvið í eini tíð tá vesturheimurin fær avbjóðingar frá øðrum búskaparligum vakstrarøkjum í heiminum.


Sambært danska uttanríkisráðnum er sera stórt fokus á hesar samráðingarnar orsaka av, at ein fríhandilsavtala sannlíkt vil geva eina røð av fíggjarligum fyrimunum fyri brúkaran, starvsfólk og fyritøkur í Evropa, umframt styrkja bondini millum Evropa og USA.


Kelda www.um.dk og www.borsen.dk