Á myndini frá vinstru: Súni Selfoss og Anna Johannesen, umboðandi Starvsfelagið, Jan Mortensen, umboðandi Fíggjarmálaráðið og Anita Fuglø, umboðandi Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Samráðingar fara nú í gongd
Sáttmálasamráðingarnar hjá Starvsfelagnum við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag eru so smátt byrjaðar. Í dag var innleiðandi fundur millum samráðingarpartarnar og ætlanir eru lagdar fyri samráðingarfundirnar komandi vikurnar. Partarnir hava avtalað fyrsta fundin at verða 22/9-21, og tá verða sáttmálakrøvini handaði pørtunum.
Hesaferð samráðast vit við bæði Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið samstundis, tá arbeiðsgevarin hevur gjørt eina rammuavtalu um felags samráðingar.
Sum altíð fara vit til samráðingar við vón um gott og munadygt samstarv við sáttmálapartarnar.