Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Samráð um ES-revsitiltøk við danska fiskimálaráðharran

SAMBANDSFLOKKURIN Á CHRISTIANSBORG: Mette Gjerskov, fiskimálaráðharri, skal nú greiða heili trimum fólkatingsnevndum frá revsitiltøkunum, ið ES-kommissiónin ætlar at seta í verk ímóti Føroyum. Sambandsflokkurin og Vinstriflokkurin krevja ráðharran í samráð sum skjótast.

- Nú mugu vit hava upplýsingar á borðið um og hvussu, ES-kommissiónin ætlar at revsa Føroyar orsakað av ósemjuni um veiðuna eftir uppisjóvarfiski í Norðuratlantshavi.

Tað sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, nú ráðharrin Mette Gjerskov, er kallað í eitt stórt samráð, har ið tríggjar fólkatingsnevndir - Matvørunevndin, Europanevndin og Føroyanevndin - fara at seta henni kritiskar spurningar um ósemjuna millum Føroyar og ES.

Mette Gjerskov umsitur m.a. fiskivinnumál í donsku stjórnini, og tað eru Sambandsflokkurin og Vinstriflokkurin, ið krevja ráðharran í samráð

- Í politisku skipanini frættist, at ES-kommissiónin ikki bert ætlar at revsa fyri ósemjuna um sildafiskiskap, men at revsitiltøkini møguliga eisini skulu umfata fiskiskap og útflutning av makreli.

- Um hesar upplýsingar eru rættar, hava vit eina álvarsliga støðu, bæði fyri Føroyar og fyri ráðharran, sigur Edmund Joensen.

ES og Noreg fiska ikki makrel burðardygt, eftir at tey bæði londini hava givið sær sjálvum 90 prosent av makrelkvotuni. 

Á fundi í Europanevndini tann 25. januar segði Mette Gjerskov soleiðis:

"Kommissiónin hevur víst á, at við einum parti á 90 procent av kvotuni vil tað vera løgfrøðilia ósannlíkt, at handilslig revsitiltøk kunnu setast í verk ímóti Íslandi og Føroyum" - Um tað vísir seg, at ES-kommissiónin nú kortini vil revsa vegna makrelfiskiskap, hevur ráðharrin ein forkláringstrupulleika, sigur Edmund Joensen.

Sambandsflokkurin á Christiansborg vil, saman við samstarvsflokkinum, Vinstra, hava greiðu á, hvat arbeitt verður við í Brússel, og hvussu stjórnin ætlar at verja føroysk áhugamál.

Her er spurningurin, ið er settur fiskimálaráðharranum upp undir samráðið:

"Ministeren bedes give en orientering om konflikten mellem EU og Færøerne vedrørende fiskeriet af sild og makrel, herunder redegøre for de overvejelser og forberedelser, der måtte pågå vedrørende eventuelle sanktioner, herunder procedurer og forventede tidsplaner samt de overvejelser, som regeringen måtte have i relation til andre landes rolle f.eks. Norge og Island, samt hvilke løsningsmuligheder for konflikten ministeren mener, der kan peges på".