Sammóðir - ein pápaleys skipan
Eitt rættuliga margháttligt mál er lagt fyri Tingið, ið hevur undirheitið “sammóðir”, og merkir hetta hugtakið einfalt, at ein kvinna kann gerast faðir at einum barni - so at siga.
“Eigur kvinna eitt barn, verður hjúnafelagin ella makin sammóðir at barninum, um hon og móðirin skrivliga boða frá, at tær saman taka á seg umsorgan og ábyrgd av barninum”
Og víðari stendur:
“Sammóðurskapur er treytaður av, at ein kvinna hevur fingið viðgerð við eftirgjørdum gitnaði av heilsustarvsfólki ella undir ábyrgd av heilsustarvsfólki, at hennara kvinnuligi hjúnafelagi ella samlivi hevur givið samtykki til viðgerðina og at mett verður, at barnið er vorðið til við hesi viðgerð.”
Ein glíðibreyt á foreldraøkinum
Sum so ofta við glíðibreytum verður uppskotið sett fram á tekniskan hátt við nógvum avmarkingum. Hetta fyri at gera uppskotið lættari at slúka hjá ivandi løgtingslimum, ið helst vildu sloppið undan at tikið støðu. Populera plussorðið “samtykki” er eisini sníkt inn í lógaruppskotið - og hvussu kann nakar vera ímóti samtykki?
Men vit vita væl, at hetta bert er eitt rættindi á vegnum. Hetta førir við sær krøv um fleiri rættindi um nøkur ár - og enn fleiri um enn fleiri ár. Tað er soleiðis glíðibreytir fungera. Smáar broytingar verða gjørdar í fleiri umførum, soleiðis at broytingin at enda er so stór, at ikki vendist aftur.
Lesur tú eitt sindur longur í lógaruppskotinum, stendur soleiðis skrivað:
“Er talan um eftirgjørdan gitnað saman við ávísum kendum sáð geva, hevur hesin rættindi og skyldur sum pápi at barninum. Tó kann hann skrivliga frásiga sær hesi rættindi og hjúnafelagin ella makin hjá móðurini kann gerast sammóðir og sostatt taka á seg rættindi og skyldur sum foreldur.”
Mín ótti er, at hetta um nøkur ár verður víðkað til, at eisini menn, ið hava gjørt kvinnur upp á vegin upp á “gamla mátan”, eisini fara at fáa rættindi til at frásiga sær rættindi og skyldur til barnið, um kvinnan knappliga finnur út av, at hon er samkynd. Heldur ikki er óhugsandi, at summir menn gleðiliga vilja sleppa undan at gjalda barnapengar, fara í barsilsfarloyvi o.l.
Hetta er tí eitt álop á siðbunda familjubygnaðin, ið hevur tænt Føroya landi so væl gjøgnum øldir.
Pápaleysu børnini
Eg síggi, at nakrir politikarar hava skrivað á Facebook seinastu dagarnar, at ætlanin er at “ræna pápan frá summum føroyskum børnum og gera tey til faðirloysingar, áðrenn tey eru fødd”. Orðið ræna er dekan ov ógvusligt, tí talan er hóast alt um sjálvboðin semju millum partarnar. Harumframt er biologiski pápin í nógvum førum ikki kendur.
Tað veruliga harmiliga við hesum lógaruppskoti er, at vit skapa møguleikan fyri einum samfelagi við alsamt fleiri pápaleysum børnum. Hetta kann tykjast meinaleyst, men vita vit hvørjar avleiðingar hetta fer at hava fyri uppvøksturin hjá børnum?
Hóast vit nú eru komin har til, at menn føla seg sum kvinnur og kvinnur føla seg sum menn, so er mín fatan greið: vit eru skapt sum biologiskir menn og biolgiskar kvinnur, og hetta er meiningin við okkum, hvussu vit so royna at umskapa veruleikan eftir okkara fríu fantasi.
Til ber at finna uppskotið á heimasíðuni hjá løgtinginum sum Løgtingsmál nummar 15 í 2021.
Jaspur Langgaard
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin