Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Samleiki, savning og sjálvbjargni

Skal nakar munur vera á Føroyum og Fredericia og á føroyingum og fredericiabúgvum?

Hóast spurningurin tykist bæði mær og vónandi øðrum við fullkomiliga burturvið, so streingir hann kortini á, nú vit í longri tíð hava verið vitni til eina miðvísa politiska spjaðing av teirri føroysku tjóðini og fleiri niðurbrótandi politisk mál við landsbankamálinum sum tað higartil seinasta Er tað veruliga so, at tjóðskaparkenslur ikki longur telja í politisku stremban okkara og verða viðurkendar sum partur av tjóðarbyggingini? Ja, eftir øllum at døma eftir grundgevingunum hjá samgonguni at døma, eitt nú í tí syndarliga landsbankamálinum.

Jørn Astrup Hansen, sum enn eigur sín leiklut í føroyska fíggjarheiminum, kom eisini hendan dagin við eini niðurstøðu, sum fall í góða jørð hjá samgonguni. Hann minti føroyingar á, at Føroyar eru ikki størri enn ein meðal donsk provinskommuna, og at vit tí ikki hava brúk fyri einum landsbanka.

Gongdin gevur mær ein innara ófrið, sum fær meg at kalla á allar frælsissinnaðar føroyingar um at savnast fyri at verja borg í Føroyum.

Sjálvssókn ella samleika?

Landsbankamálið snýr eg um enn meira enn hendan týdningarmikla stovnin. Málið snýr seg eisini um tjóðarbygging, sjálvsvirðing og sjálvbjargni. Og um, hvørt tjóðskaparkenslur verða viðurkendar sum partur av tjóðarbyggingini.

Undir viðgerðini av løgtingsmálinum um at taka Landsbankan av gjørdist skjótt greitt, at samgongan ikki megnaði at grundgeva fyri síni ógvisligu atgerð móti stovninum. Eftir at eg hevði hildið mína røðu, sum í síni verju av Landsbankanum kanska var meira samfelagslig enn tøknilig, spurdi Bill Justinussen meg, um eg metti avtøkuna av Landsbankanum at vera eitt tjóðskaparmál. Sjálvandi metti eg tað. Ein og hvør sjálvstøðug tjóð hevur ein tjóðbanka ella ein samsvarandi stovn, sum óheftur av politiska mynguleikanum kann gera sínar metingar av landsins búskapi og røkja tey peningamál, sum eini tjóð tørvar.

Avtøkan av Landsbankanum var tí ein beinleiðis liður í niðurlagingini av føroyska samfelagnum. Mínar útsagnir komu eftir øllum at døma samgonguni væl við. Nú hon ikki megnaði á sakligan hátt at grundgeva fyri at steingja Landsbankan, kundi hon nú í staðin í niðrandi vendingum hava at okkum, sum arbeiddu ímóti hesi ætlan, og halda uppá, at kenslur og tjóðskapur kunnu ikki brúkast í eini viðgerð av einum Landsbanka. Soleiðis menti samgongan aftur sítt samanhald í hesum máli, hóast annar av teimum stóru samgonguflokkunum í síni tíð var við til at stovna bankan við júst tjóðarbygging fyri eygað.

Eg veit, at summi halda uppá, at kenslur einki gott bera í sær í politikki. Men at hendan áskoðan nú er gróðursett í eini samgongu, sum telur 19 tinglimir, og sum spennir heilt frá sambandi til loysing, er púra ófatiligt fyri mær. Kenslur mugu vit ikki hava – nei, tað ræður um at hugsa rationelt og sjálvsøkið og handla í samsvari við tað.

Men okkara unga fólk – og annars øll, sum ivast – eiga at gera sær púra greitt, at øll menningin av føroysku tjóðini hevur higartil bygt á tjóðskaparkenslur og tjóðskaparligan samleika. Hetta hevur verið og er framvegis sterkasta megin í øllum framburði okkara, og tað er hon, sum fer at tryggja okkum og okkara eftirkomarum eina virðiliga framtíð á hesum klettunum. Tann kenslan, at vit saman byggja land, og at vit gera hetta við ábyrgd fyri hvørjum øðrum og við áliti okkara millum, er ein avgjørd fortreyt fyri allari tjóðarbygging.

Uttan beinleiðis at samantvinna tað við Landsbankamálið, so helt eg eisini, at tey flestu vóru samd um, at júst manglandi kenslur og tjóðskaparligur samleiki eru sjálv rótin til ta fíggjarkreppu, sum seinastu árini hevur hótt heimsbúskapin og kanska enntá heimsfriðin.

Spjaðing ella savning?

Hóast vit føroyingar onga greiða fatan hava av okkara egna samleika, so hevur arbeiðið við stjórnarskipanini prógvað, at við einum góðum vilja kundu vit staðið saman sum ein tjóð. Í tí arbeiðinum var millum lítið og einki, sum skilti partarnar. Tað eydnaðist at seta orð á, hvat ein føroyingur er, og hvørji rættindi, vit hava sum tjóð. Tjóðskaparsemjan millum allar flokkar á tingi ljóðar soleiðis í grein1 í uppskotinum: “Føroyar eru land, føroyingar eru tjóð, og alt vald í landinum er hjá Føroya fólki.”

Men fyri mær er greitt, at í farna ári hevur ein spilla tikið seg upp í føroyskum politikki, sum hóttir sjálvan grundvøllin undir føroysku tjóðini og sum í síni óreiðiligheit pilkar málsøkið við sjálvsvirðing føroyinga, setur kílar millum folk og samfelagsbólkar og brýtur niður tað álit, sum ein tjóð má hava á politisku skipanina og ta trúgv, hon má hava á framtíðina.

Landsbankin er eitt av málunum, og kanska tað, sum fekk bikarið at flóta yvir sum skarnsgerð og provokatión móti Føroya fólki. (Tað er ikki meira enn stívliga eitt ár síðani, at allir flokkar á tingi vóru samdir um, at landsbankavirksemið skuldi verða tryggjað í Stjórnarskipanini og bert skuldi kunnað verða tikið av ella broytt við eini fólkaatkvøðu!)

Skatting av pensjónum við inngjald var ein onnur provokatión móti fólkinum. Somuleiðis sonevnda fólkatkvøðan um kommunusamanlegging, har bara 32,7% tóku lut. Hækking av blokkstuðlinum hóast vallyftini um tað øvugta? Ein provokatión móti Føroya fólki. Tilluting av fiskirættindum til nøkur útvald? Ein provokatión móti Føroya fólki. Ókeypis ræðisrættindi til føroyska fiskitilfeingið til nakrar útlendingar? Enn ein provokatión móti fólkinum.

Felags fyri tey flestu av hesum málunum er, at veljarin einki visti um hetta, tá hann atkvøddi á seinasta løgtingsvalinum.

Hvat fær eina samgongu til so miðvíst at spjaða Føroya fólk heldur enn at savna tað um tey átøk, sum eru neyðug til tess at leggja lunnar undir okkara felags framtíð? Og hvat fær løgmann til í heilum at ørkymla føroyingar við mótstríðandi og viðhvørt beinleiðis øsandi útsagnum um hetta og hitt? Hví allar hesar provokatiónirnar frá løgmanni og samgonguni, sum forða so fyri teimum breiðu semjunum, sum júst løgmaður í teimum betru løtunum sigur seg leita eftir?

Hví provokerar løgmaður ein stóran part av fólksins umboðum við at rógva uppundir, at samgongan strembar eftir at tryggja okkum makrelrættindi, meðan andstøðan er ímóti, tá hann veit, at øll verandi andstøða var við til at undirbyggja og styrkja kravið hjá landsstýrinum um rættindi føroyinga í hesum máli? Hví roynir løgmaður at spjaða heldur enn at fáa føroyingar at standa saman í tílíkum stórmálum? Hví provokerar løgmaður ein stóran part av fólksins umboðum við at gera eina breiða langtíðar fiskivinnuavtalu millum fýra flokkar fyri bert nakrar fáar mánaðir seinni at bróta hana? Hví øll hendan spjaðingin og syndringin, tá tað er savning av føroyingum, vit hava brúk fyri?

Syndring ella sjálvbjargni?

Landsbankamálið lýsir eisini væl, hvussu summi royna at stríðast fyri føroyskum sjálvbjargni, meðan onnur halda hánt um hesa stremban.

Eg sat sjálvur í løgtinginum, tá Landsbankin fór at virka, og eg sæt eisini í fyrstu nevnd bankans. Umframt at átaka sær uppgávuna at umsita føroyska peningarenslið og almennu lánsrøktina – eina uppgávu, sum føroysku bankarnir tá slett ikki megnaðu – skuldi Landsbankin hava tað siktið at verða til reiðar at taka fulla ábyrgd av tí arbeiði í Føroyum, sum danski tjóðbankin hevði ábyrgdina av.

Sambandsflokkurin hevur alla tíðina verið ímóti føroyska landsbankavirkseminum. Men at Fólkaflokkurin, sum var við til at stovna Landsbankan, nú er eins íðin og Sambandsflokkurin at taka hann av aftur, man undra fleiri, sum standa flokkinum nær. Eg má tó viðganga, at hetta ikki longur undrar meg.

Eisini á sjálvbjargnisøkinum er landsbankamálið bara ein liður í eini røð av undirgravandi stigum, sum hendan samgongan hevur latið eyðkenna farna árið. Eitt nú er tað sera ørkymlandi, at løgmaður – við Fólkafloksins vælsignilisi - niðurlagar okkara frammanundan veiku uttanríkistænastu. Ongantíð fyrr hava vit havt so nógv brúk fyri at styrkja hana og at menna teir førleikar, sum m.a. skulu til fyri at vinna okkum størri rættindi mótvegis øðrum tjóðum og at fáa javnvág í tær fiskivinnu- og handilavtalur, sum Føroyar hava við onnur lond. Í staðin fyri at stovna eitt professionelt samráðingartoymi steingir løgmaður sendistovuna í London.

Tað er eisini ørkymlandi, at fiskifrøðin og onnur serfrøði, sum skal útvega prógvini fyri fiskirættindum okkara, ikki fær ta fíggjarligu orku, sum skal til fyri at røkja verju føroyinga móti ágangi frá Noregi og ES. Vit tosa í hesum sambandi um hundratals milliónir krónur í árligum samfelagsvirðum, og tær nýtist ikki vera fongdur við ónormalt stórari tjóðskaparkenslu fyri at kenna teg vónsviknan og provokeraðan.** Fredericia ella Føroyar?

Í roynd og veru hevur Astrup jú rætt. Føroyar eru ikki størri enn ein lítil danskur provinsbýur. Fólkatalið er at kalla júst tað sama sum í Fredericia kommunu. Har hava tey jú ongan landsbanka, so hví skulu vit hava tað? Lat okkum bara steingja hann. Hví skulu vit hava egnar fjølmiðlar? Ella hægri lesnað. Ella fyri tann skuld egið mál og mentan? Hevur Fredericia sítt egna mál? Hví skulu vit hava egið løgting og landsstýri, vit sum ikki eru fleiri, enn tey eru í Fredericia? Har hava tey vælsaktans heldur ikki bæði ting og stjórn?

Skulu vit hava alt hetta koyrandi av berum órationellumtjóðskaparkenslum? Alt hetta, sum jú longu finst í Danmark? Hví ikki bara hugsa rationelt og brúka tað, sum tey hava har? Hví skal nakar munur vera á einum føroyingi og Astrup?

--- Politiska niðurlagingin av okkara samleika, savning og sjálvbjargni má ikki sleppa at halda fram, men má steðga. Vit røkka ongum málum við bert at hugsa rationelt, logiskt og sjálvsøkið. Uttan kenslur, trúgv, álit og áræði koma vit ongan veg. Øll, sum hava ávirkan, mugu minnast til hetta. Allir stovnar, serfrøðingar, fíggjarfólk, øll sum sita fyri føroyska tilfeinginum, øll vinnulívsfólk, øll sum veita almennar tænastur, øll mál- og mentafólk og ikki minst politiska skipanin og tey, sum hava ábyrgd av miðlunum.

Vit føroyingar teljast millum tey, sum lutfalsliga eiga størsta tilfeingið fyri hvønn íbúgva og tí hava fingið bestu lívskor í boði. Men í alheimshøpi eru vit fá og viðbrekin. Bara við samanhaldi og ábyrgd fyri hvørjum øðrum tryggja vit framhaldandi lív og vøkstur á hesum landinum. Vit mugu tí verja borg, og tað gerst ikki, uttan at vit støðugt hava tjóðskaparkensluna og tjóðskaparliga samleikan við okkum. Eisini tá vit viðgera nakað so rationelt og teknokratiskt sum ein landsbanka.

Ongin er minni enn hann ger seg sjálvan. Nýhugsan og dirvi eiga vit. Framsókn fer í komandi ári at leggja sína politisku orku og ávirkan saman við teirra, sum vilja menning og framburð í teirri sannføring, at vilja vit, so røkka vit.

Gott nýggjár.

Poul Michelsen

formaður í Framsókn