Samlaða upphæddin av eftirlønarskatti fyri januar 2012 uppgjørd
Uppgerð frá TAKS vísir, at 31. januar 2012 vóru 15.482 eftirlønarflytingar farnar um afturhaldsskipanina. Bruttoupphæddin er 31,43 mió. kr., har av 3,35 mió. kr. eru farnar av landinum.
Sostatt eru 28,08 mió. kr. fluttar til føroyskar eftirlønarskipanir, skatturin av hesum er 11,23 mió. kr.
Um eftirlønirnar, sum vóru fluttar av landinum, vórðu skattaðar, hevði samlaða skattaupphæddin verið 12,57 mió. kr.
Hetta er minni, enn roknað var við, at mánaðarliga upphæddin fór at vera. Enn er ov tíðliga at siga, um innkomna januar upphæddin sigur nakað um, hvat kann væntast koma inn næstu mánaðirnar. Allarhelst skal februar afturum, áðrenn eftirfarandi metingar kunnu gerast av eftirlønarskattinum.