Samlaða treystitalið framvegis positivt
Í nýggjastu føroysku konjunkturkanningini, sum varð gjørd í januar í ár, stendur treystitalið hjá útflutningsvinnunum í stað, meðan treystitølini hjá føroysku brúkarunum og vinnunum, sum í høvuðsheitinum liva av heimliga eftirspurninginum, minka, samanborið við konjunkturkanningina fyri hálvum ári síðan. Samlaða treystitalið í føroyska konjunkturbarometrinum fer tí úr 27 í juni 2011 niður á 7 í januar í ár.
Treystitalið gevur eina ábending um, hvussu vinna og brúkarar meta støðuna beint nú, gongdina seinastu 12 mánaðirnar og gongdina komandi 12 mánaðirnar.
Høvuðsorsøkin til at konjunkturbarometrið hækkaði so nógv í juni 2011 var ógvusligi vøksturin í treystitalinum hjá tænastuvinnunum frá januar til juni 2011. Treystitalið hjá tænastuvinnunum fór úr 16 í januar 2011 upp í 63 í juni 2011 og er nú fallið aftur niður á 9. Alt bendir tí á, at tænastuvinnurnar hava verið í so bjartskygdar fyri hálvum ári síðan.
Uttan ógvusliga vøksturin í treystitalinum hjá tænastuvinnunum hevði lopið í samlaða konjunkturbarometrinum ikki verið so stórt í juni 2011. At treystitølini hjá føroysku brúkarunum og vinnunum, sum liva av heimliga eftirspurninginum annars, eru fallin, kemst fyri stóran part av neiligu búskapartíðindunum uttan úr heimi seinasta hálvárið.
Í august 2011 kom fjáltur á altjóða virðis- og partabrævamarknaðirnar, og kursirnir fullu nógv. Síðan tá hevur tíðindaflutningurin um gongdina í altjóða búskapinum verið neiligur, og serliga skuldarkreppan í Grikkalandi og øðrum suðurevropeiskum londum hevur fingið stóra rúmd. Neiligu signalini hava stóra ávirkan á atferðina hjá brúkarunum, sum gerast meira varnir og afturhaldnir við at brúka pengar. Heimligu vinnurnar merkja tað beinanvegin á eftirspurninginum, tá ið brúkarin verður meira varin og afturhaldin. Hetta hevur so aftur við sær, at vinnurnar verða meira varnar og velja at bíða við at gera møguligar íløgur.
Hóast barometurstandurin er fallin í seinastu konjunkturkanningini, so er hann framvegis positivur og langt frá barometurstandinum í januar 2009, tá ið barometrið var í botni. Ein týdningarmikil munur á konjunkturkanningini í januar í ár samanborið við kanningina í januar 2009 eru úrslitini hjá tilfeingisvinnunum og øðrum ídnaði. Í januar 2009 var treystitalið hjá tilfeingisvinnunum og øðrum ídnaði -36, samanborið við 15 í teimum báðu seinastu kanningunum í januar í ár og juni 2011. Hýrurin í tilfeingisvinnunum og øðrum ídnaði er sostatt munandi betri nú enn í 2009, tá ið hýrurin var serstakliga vánaligur. Tilfeingisvinnurnar og annar ídnaður viga 40% í samlaða konjunkturbarometrinum, og hesar vinnur umboða eisini størsta partin av útflutningssíðuni í føroyska búskapinum. Gongdin í hesum vinnum hevur tí stóran týdning fyri samlaðu gongdina í føroyska samfelagsbúskapinum.
Vert er at leggja til merkis, at hóast arbeiðsloysið í Føroyum er omanfyri 6%, so siga bæði byggi- og tilfeingisvinnurnar, at manglandi arbeiðsmegi er ein avmarking fyri vøkstri. Frágreiðingin til hesa mótsøgn kann vera, at byggivinnan manglar fakliga arbeiðsmegi og at landafrøðiliga útboði av arbeiðsmegi ikki samsvarar við eftirspurningin eftir arbeiðsmegi í ídnaðar og tilfeingisvinnunum. Tað er eisini eitt sindur óvæntað, at fígging ikki tykist at vera ein stórvegis avmarking fyri vøkstri í hesum tíðum, nú fíggjar- og skuldartrupulleikar tykjast at verða størstu forðingarnar fyri búskaparvøkstri.
Treystitalið hjá tilfeingisvinnunum og øðrum ídnaði óbroytt
Tað vóru tilfeingisvinnurnar og annar ídnaður, sum drógu búskapin uppaftur við betri fiskiskapi og vaksandi fiskaprísum eftir at føroyski búskapurin hevði rakt botnin í 2009. Treystitalið hjá tilfeingisvinnunum var heilt niðri á -36 í januar 2009, men er síðan komi uppaftur og hevur í teimum seinastu tveimum konjunkturkanningunum ligið á 15. Í tilfeingis- og ídnaðarvinnunum eru m.a. fiski- og alivinnan, ið umboða størsta partin av føroyska útflutningsvirðinum.
Tað er ordrabókin, goymslan og væntaða framleiðslan komandi árið, sum er grundarlagið undir treystitalinum hjá tilfeingis- og ídnaðarvinnunum. Ídnaðar- og tilfeingisvinnurnar hava á leið somu metingar um framleiðsluna, ordrabøkurnar og goymsluna nú, sum fyri hálvum ári síðan.
Tænastuvinnurnar vóru í so bjartskygdar í summar
Óvanliga stórur vøkstur var í treystitalinum hjá tænastuvinnunum í juni í fjør. Treystitalið fór úr 16 í januar 2011 upp í 63 í juni 2011. Nú er treystitalið hjá tænastuvinnunum komi niður aftur 9, sum er lægri enn fyri einum ári síðan, men hægri enn í 2010, tá ið tað í miðal var 3.
Tænastuvinnurnar eru rættiliga breitt samansettar. Í tænastuvinnunum eru banka- og tryggingarvirksemi, ferðavinnuvirksemi, flutningur, reklamu- og lýsingarvirksemi, KT- og annað ráðgevingarvirksemi. Tað hendi nógv á føroyska banka og tryggingarøkinum fyrra hálvár í fjør. Óvissan um framtíðina hjá Eik varð loyst, tá ið TF-holding keypti Eik, og Bank Nordik víðkaði sítt virksemið munandi við at keypa Amagerbankan í Danmark. Framgongd var eisini í ferðaflutningsvinnuni samanborið við árið frammanundan, tá ið øskan úr Íslandi gjørdi um seg.
Tað vóru møguliga nøkur av hesum viðurskiftum, sum gjørdu, at hýrurin í tænastuvinnunum var óvanliga góður í juni 2011. Hetta órógvaði úrslitið av samlaðu konjunkturkanningini, soleiðis at treystitalið í summar var hægri enn tað annars vildi verið. Tænastuvinnurnar eru nú komnar niður á jørðina aftur, men treystitalið hjá tænastuvinnunum er framvegis positivt og hægri enn tað var í 2010.
Tað er gongdin og eftirspurningurin seinasta árið og væntaði eftirspurningurin komandi árið, sum er grundarlagið undir treystitalinum hjá tænastuvinnuni.
Tíðindaflutningurin ávirkar hýrin hjá brúkarunum
Støðan og metingin hjá brúkarunum um búskapargongdina er nógv ávirkað av teimum signalum, sum brúkarin fær umvegis tíðindaflutningin. Hetta kemur týðiliga fram í úrslitunum í treystitalinum hjá føroysku brúkarunum, sum fór úr -9 í januar 2011 upp í 2 í juni 2011 og niður aftur á -3 í januar í ár, sum kortini er hægri enn fyri einum ári síðan.
At treystitalið hjá føroysku brúkarunum er fallið í januar í ár hongur væl saman við neiliga tíðindaflutninginum um fíggjarkreppur og skuld seinasta hálvárið. Í august í fjør kom fjáltur á fíggjar- og virðisbrævamarknaðirnar og kursirnir fullu nógv. Síðan tá hava fíggjarkreppur og skuldartrupulleikar hjá serliga Grikkalandi og fleiri suðurevropeiskum londum verið í brennideplinum og fingið stóra rúmd í tíðindaflutninginum.
Tað er væntaða fíggjarstøðan, metingin av búskapargongdini, væntaða arbeiðsloysið og sannlíkindini fyri at brúkarin fer at spara upp næsta árið, sum er grundarlagið undir treystitalinum hjá føroysku brúkarunum. Føroyski brúkarin hevur frægari vónir um sína egnu fíggjarstøðu komandi árið, samstundis sum vónirnar um gongdina í føroyska búskapinum eru minni góðar, samanborið við konjunkturkanningina í juni 2011. Hetta kann tulkast soleiðis, at vanligi føroyingurin hevur betri vónir um sína egnu fíggjarstøðu enn fíggjarstøðuna hjá grannanum.
Treystitalið hjá byggivinnunum tað sama sum fyri einum ári síðan
Treystitalið hjá byggivinnunum fór nógv upp í summar, men er nú fallið aftur niður á sama støði sum fyri einum ári síðan. Treystitalið fór úr -32 í januar 2011 upp í 27 í juni 2011 og er nú fallið niður aftur á -32.
Ein av frágreiðingunum til hesa gongdina í treystitalinum hjá byggivinnunum er allarhelst, at lógin, sum frítók lønir til bygging og umvæling av egnum bústaði fyri meirvirðisgjald, fór úr gildi 1. januar í ár. Tað varð kunngjørt fyri tveimum árum síðan, at lógin fór at fara úr gildi 1. januar í ár, og tí hava fólk skunda sær at bygt og gjørt umvælingar, áðrenn lógin fór úr gildi. Tað hevur tí skapt nógv virksemið hjá handverkarum í byggivinnuni at fáa hesi arbeiði frá hondini og úr ordrabókunum, áðrenn 1 januar 2012. Tað er ordrabókin og væntaði arbeiðstørvurin komandi árið, sum er grundarlagið undir treystitalinum hjá byggivinnuni.
Byggivinnan er ógvuliga konjunkturviðbrekin, og byggivinnan er tí tann vinnan, sum hevur sveiggjað mest í føroyska konjunkturbarometrinum, síðan fyrsta konjunkturkanningin varð gjørd í juni 2006. Treystitalið hjá byggivinnunum hevur næstan nomið bæði endapunktini í konjunkturbarometrinum, sum strekkir seg frá -100 til 100. Vísitalið hjá byggivinnuni minkaði úr 91 í januar 2007 niður á -80 í januar 2009. Nú er treystitalið hjá byggivinnunum -32.
Gongur striltið at fáa ferð á heimliga eftirspurningin
At føroyski brúkarin gjørdist meira varin at brúka pengar í seinnu helvt av 2011 sást aftur í søluni hjá handilsvinnunum. Føroysku handilsvinnurnar merktu eina afturgongd í eftirspurninginum og søluni á heysti 2011 og sæst hetta aftur í treystitalinum, sum fór úr 18 í juni 2011 niður á 1 í januar í ár.
Umframt søluna seinasta árið, so er tað støddin á goymsluni og væntaða sølan komandi árið, sum er grundarlagið undir treystitalinum hjá handilsvinnunum.
Hóast tað hevur gingið spakuliga tann rætta vegin síðan 2009, tá ið føroyski búskapurin rakti botnin, so er rættilig ferð ikki enn komin á heimliga eftirspurningin. Hetta sæst serliga aftur í eftirspurninginum eftir drúgvum nýtsluvørum, har fleiri brúkarar allarhelst hava valt at bíða við at skifta hesar út. Tað liggur tí ein fjaldur ella útsettur eftirspurningur og bíðar, sum fyrr ella seinni fer at seta meira ferð á heimliga eftirspurningin.