Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Samlaða tøkan av alilaksi knapt 73 tús. tons í 2020

Havbúnaðarfelagið ger hvørja viku upp tøkuna av føroyskum alilaksi og almannakunnger hana á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum www.industry.fo.

Nú samlaða tøkan av alilaksi fyri 2020 er gjørd upp, gjørdist úrslitið, at føroyskur havbúnaður í fjør framleiddi 72.918 tons í kruvdari vekt. 

Hetta er nakað minni enn í 2019, tá framleiðslan var umleið 78 tús. Tons, men tó væl meira enn í 2018, tá framleiðslan var uml. 65 tús. tons. 

Samlaða talið av tiknum laksum í 2020 er eitt vet minni enn í 2019. 

Miðalvektin í 2020 var 5,20 kg., - eitt sindur minni enn miðalvektin í 2019 sum var 5,45, men tó betri miðalvekt enn í 2018, sum var 4,87 kg. 

Samlað yvirlit yvir tøkuna kann síggjast her.