Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Samlað úrslit av barnavalinum 2015

-     í Fuglafirði, Klaksvík, Kollafirði, Runavík og Havn

Valnevndin metir, at samlaða valluttøkan á hesum fyrsta barnavalinum var millum 25 og 30 % av øllum teimum, sum høvdu valrætt í valkommununum – t.e. ómyndug og yngri enn 13 ár. 1703 børn greiddu atkvøðu.

Greiður vinnari á øllum valstøðum gjørdist Herviligi Henry við tilsamans 346 atkvøðum. Honum á baki vóru Vampýrella (225 atkvøður) og Stóra Skrímsl og Lítla Skrímsl (215 atkvøður).

Nú verður bíðað í spenningi eftir næsta útspælinum frá atkvøðuslúkunum: Man Herviligi Henry, sum lovar bomm hvønn dag, einsamallur sleppa at ráða, ella fara nøkur valevni, sum tilsamans hava fingið fleiri atkvøður, at skipa samgongu uttan um Herviliga Henry? Kaspar, Jaspur og Jónatan blivu ringdir upp av tannlæknanum, sum óttast, at Karius og Baktus fáa frítt spæl, um Herviligi Henry sleppur framat. Og onkur hevur hoyrt Pippi Langsokk nevnt, at hon finnur seg ikki í, at nakar skal taka hana av ræði.