Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Samkynd og kristindómurin

Havi júst lisið greinina hjá Jógvani á Lakjuni í vp um uppskotið um rættindi teirra samkyndu.  

Greinin er áhugaverd við mongum ymsum vinklum, ið kunnu takast upp til umhugsunar.

Men kjarnin um, at uppskotið er ókristiligt, er als ikki í tráð við verunleikan, men einans eitt hent vápn móti einari viðtøku av nevnda uppskoti.

Hetta sigi eg, tí Jesus og Nýggja Testamenti taka – mær vitandi – ongastaðni støðu til tey samkyndu, hvørki fyri ella ímóti.

Søgan um frástøðu frá samkyndleika kemur nevniliga heilt aðrastaðni frá.  

Tá jødarnir á síni ferð frá Ur í Kaldæa fóru vestureftir, komu teir framvið øðrum fólkum við øðrum siðum og vanum. Jødarnir høvdu samband við hesu fólk, og í tveimum førum hoyra vit, at nakrir jødar luttóku í teirra gudsdyrkan: einaferð við m.a. homoseksualiteti og eina aðru ferð við slangudyrkan.

Fyri ikki at missa nakrar av jødunum til hesu fólk, so teir gjørdust veikari á teirra ferð vesturyvir, avgjørdu jødisku leiðararnir at bryggja tvær søgur saman: onnur um at Guð straffaði homoseksuel, og hin at tað var slangan, ið forførdi Evu, og soleiðis hildu teir tey 'fráfaldnu´í teirra skara.  

Hetta er upprunin til, at kristindómurin verður blandaður upp í støðutakan um samkyndt parlag í 2015/16 í Føroyum. Men tað er sjálvandi eitt sterkt vápn at hava Kristus í skjøldrinum, eisini tá hann biðjur seg frítiknan. Kanska onkur veit betri.

Í Bíbliuni eru tvær skapanarsøgur. Ì aðrari er vatni vinur, og í heinari fíggindi, so tær eru vorðnar til á hvør sínum stað. Onnur har yvirsvimjilsir eru og hin í oymarkarlendi. Hartil kemur, at onnur skapar fyrst mannin og síðani kvinnuna, meðan hin skapar bæði í senn. Orsøkin til, at eg nevni tað her, er tí, at vit vita, at kristna kirkjan og læran við monnum á odda hava valt tað søguna, ið sigur, at maðurin var skaptur fyrst, og vit hava sæð fylgirnar fyri kvinnurnar í hundraðtals, ja túsundtals ár har tær hava verið kúgaðar, og tað verða tær enn í Kristi navni. Kristindómur kann misbrúkast, og verður tað, so tað stendur eftir: homoseksualitetur og javnstøða eru bert tvey grel dømi av mongum.

Dagfinnur Danbjørg.