Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Samhugayvirlýsing: Sáttmálar og avtalur skulu virðast

Fakfelagssamstarvið vil við hesum vísa Føroya Fiskimannafelag, Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagnum sín stuðul. Tað, at skip sum Aleksander Nordenskjold Vilhelm í Vági og Finnbjørn Poulsen í Lopra reiða út, áhaldandi og miðvíst bróta sáttmálar og gjørdar avtalur, kann á ongan hátt góðtakast.

Tey trý manningarfeløgini hava víst á, at tað er ein afturvendandi trupulleiki, at skip, sum áðurnevndu menn reiða út hava havt hýruskuld, og at tey ikki hava goldið inn frítíðarløn, limagjøld og samlagstrygging. Hóast manningarfeløgini á friðaligan hátt hava roynt at fingið reiðaríini at halda sáttmálar og gjørdar avtalur, so hevur støðan bara staðið við og er versnað.

Tískil meta vit í Fakfelagssamstarvinum tað verða rætt og rímiligt, at ávara sjómenn ímóti at mynstra við fiskiskipunum Asbjørn Senior, Grunnabarð, Tórum K., Pumin K., Lopranshólmur og Beinisvørð.

Fakfelagssamstarvið vónar, at viðurskiftini koma í rættlag sum skjótast. Tað er skeivt, tilvitað at bróta avtalur, sum eru gjørdar. Serliga tá tað hevur við sær, at fólk, sum longu hava gjørt eitt arbeiði, missa ágóðan, ið tey hava rætt til. Harumframt er tað óheppið, at reiðarí á slíkan hátt fáa ein kappingarfyrimun í mun til tey feløg, sum virða sáttmálan og geva manningini tað, ið hon hevur rætt til.

Við samhuga og ynski um skjóta loysn.

Fakfelagssamstarvið

(Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Starvsmannafelagið)