Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Samhugaheilsan til suðringar

Vit samhuga og syrgja við teimum, sum eru rakt av sorgarleikinum á Tvøroyri.

Vanlukkan hevur rakt allar Føroyar. Tó er gleðiligt at síggja, at allir føroyingar hava staðið saman og veitt hjálp til tilbúgvingina á staðnum, m.a. skip, útgerð, sløkkiliðsbilar og fólk.

Vit standa saman, tá vanlukkan rakar. Vit vóna at virkið skjótt verður reist aftur til gagns fyri allar Føroyar.

Vit eru til eina og hvørja tíð tilreiðar at hjálpa.

Annika Olsen
borgarstjóri í Tórshavnar kommunu