Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

SAMGONGUSKJALIÐ – EIN HALDGÓÐ KÓS FYRI FØROYAR

Løgtingsvalið 2011 er nú av, og 33 kvinnur og menn eru nývald á Føroya Løgtingi. Samgongusamráðingar standa fyri framman, og Føroya Arbeiðsgevarafelag heitir tí nú á politisku skipanina um at finna semju um at fara undir arbeiðið við teimum stóru samfelagsavbjóðingunum, ið standa fyri framman.

Føroya Arbeiðsgevarafelag loyvir sær at koma við eini áheitan á politisku flokkarnar um at fara til verka at orða eitt samgonguskjal, ið kann borga fyri eini haldgóðari kós fyri Føroyar. Men fyrst av øllum at ynskja aftur- og nývaldum tinglimum hjartaliga tillukku við løgtingssessinum.

Stórar avbjóðingar standa fyri framman. Hall er á fíggjarlógini, skatta- og avgjaldstrýstið er methøgt, stór óvissa valdar um fiskivinnuna, tvs. okkara høvuðsútflutningsvinnu. Eitt ov høgt veiðutrýst ger at fiskastovnarnir eru ov smáir, og at veiðan og inntøkan harav er alt ov lítil. Harafturat er tað ein týðandi avbjóðing at fáa størri fólkavøkstur í Føroyum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at nú eftir løgtingsvalið má finnast felags stev og gongd má fáast á ein positivan spiralvirknað. Við tiltøkum, sum føra við sær búskaparliga menning av føroyska samfelagnum, virka vit fyri, at fólk í størri mun støðast og trívast í Føroyum. Hervið fáa vit fólkavøkstur og møguleikan fyri at styrkja grundarlagið fyri upp aftur størri búskaparligari menning.

Í nýggju vinnusjónarmiðum okkara “Koyrið so á motorin” hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag uppskot til eina røð av tiltøkum, ið kunnu seta gongd á eina tílíka menning av føroyska samfelagnum og skapa størri búskaparvøkstur.

Tað er føroyskt vinnulív, sum skal slóða fyri vøkstrinum, og tí má nýggja samgongan raðfesta vinnupolitikk høgt. Ein skynsom skattaskipan er ein týðandi fortreyt fyri vinnupolitikkin, men eisini, at tamarhald er á almennu útreiðslunum, sum annars kunnu hava óhepna ávirkan á karmarnar, sum vinnulívið skal virka undir. Eitt vakið eyga má eisini vera við, at neyðuga tilfeingið er tøkt, og tí má dentur eisini leggjast á røkt av arbeiðsmegi, náttúrutilfeingi, kapitali og vitan.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tí, at høvuðsmálini hjá nýggju samgonguni mugu vera:

• Ein nýggjur fiskivinnupolitikkur við atliti til alla virðisketuna

• Fiskivinnan má umsitast lívfrøðiliga og fíggjarliga burðardygt, grundað á ráðgeving frá Havstovuni

• Ein nýggj skattaskipan, har skattur á inntøku verður lækkaður

• Skil á búskapin, tamarhald má fáast á útreiðslusíðuna í landshúsarhaldinum

• Høg raðfesting av útbúgving og íløgum í vitan

• Forútsigiligar karmar fyri føroyskt vinnulív