
Samferðslumálaráðið og Tórshavnar Kommuna gjørt avtalu um innkomuvegin til Tórshavn
Henrik Old, landsstýrismaður við samferðslumálum og Heðin Mortensen, borgarstjóriýráðsformaður í Tórshavnar Kommunu hava 8. oktober 2016, undirskrivað avtalu um innkomuvegin til Tórshavn.
Innkomuvegurin, ið avtala er gjørd um, byrjar við Skarðshjalla og gongur umvegis nýggja rundkoyring við Hvítanesvegin oman fyri munnan til Eysturoyartunnilin norður um Havnina og til Oyggjarvegin, og út í Krákugjógv.
Partarnir hava avtalað, hvørji vegastrekkir, íbindingar og flættingar, ið ávikavist landið og kommunan varða av, og grót frá undirsjóvartunlinum fer í størst møguligan mun at verða nýtt til vegagerðirnar.
Norðan fyri innkomuvegin fer kommunan at leggja ein veg við tilfari frá undirsjóvartunlinum, og skal hesin vegurin hava samband við landsvegin.
Ávikavist Flatarvegurin og Sundsvegurin verða lagdir undir tær báðar brýrnar, ið eru gjørdar/fyrireikaðar til endamálið. Kommunan ger vegirnar, og landið ger íbindinginga ella flættingina til landsvegin.
Landið ger eisini allar aðrar neyðugar íbindingar ella flættingar í landsveg.
Tá ið ferðslutrýstið ger tað neyðugt, verður ein tunnil gjørdur á strekkinum frá Villingardalsvegnum og vestur eftir, til Undir Krákugjógv/Oyggjarvegin.
Landið og Tórshavnar Kommuna fíggja gerð av tunlinum helvt um helvt, og tunnilin verður ein landsvegur.
Samlaða verkætlanin, ið avtalan snýr seg um, skal vera framd, tá ið Eysturoyartunnilin verður tikin í nýtslu.
Á hjálagda korti sæst linjuføringin fyri vegin.