Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Samfelagsbúskaparligar árinsmetingar í fiskivinnu

Syntesa skipar fyri webinari um samfelagsbúskaparligar árinsmetingar í samband við fiskivinnu. Hetta er eitt úrslit av europeisku FP7 verkætlanini MareFrame, sum Syntesa hevur verið partur av síðani 2013.

Eitt webinar er ein fyrilestur, sum verður gjørdur umvegis internetið, og har høvið hjá luttakarunum eisini er at gera viðmerkingar og seta spurningar. Á webinarinum verður framløga um háttalag til at gera samfelagsbúskaparligar árinsmetingar í sambandi við ymiskar umsitingarætlanir í fiskivinnu. 

Endamálið er at lýsa búskaparligar avleiðingar fyri fiskivinnu og samfeløg í mun til ymiskar umsitingarhættir. Harvið kunnu áhugapartar fáa eitt betri grundarlag at taka avgerðir um framtíðar umsitingarætlanir. 

Webinarið verður týsdagin 28. november kl. 10. Tað er ókeypis at luttaka, men neyðugt er at skráseta seg. Framløgan verður á enskum, og tað eru starvsfólk á Syntesa, sum skipa fyri og leggja fram.

Til ber at lesa meira um webinarið og at tekna seg á http://mareframe-fp7.org/