Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Samfelagið má framtíðartryggjast

Góðar tíðir fyri føroyska búskapin

Búskaparstøðan í Føroyum er góð í løtuni og arbeiði er til flest allar hendur. Tænastuvinnan hevur úr at gera, alivinnan og ein partur av okkara høvuðsvinnu hevur ikki upplivað betri tíðir og forvinnur meira enn nakrantíð áður. Harumframt er útflutningsvirði metstórt, avlop er á handilsjavnanum og gjaldsjavnin hevur víst avlop í fleiri ár á rað.

Fara vit eitt gott ár aftur í tíðina, var búskapurin framhaldandi merktur av fíggjar- og búskaparkreppuni, ongin trúði veruliga uppá uppgangstíðir - vinna og borgarar vóru ivasom um framtíðina og vildu tískil ikki brúka pening, og nýtslukvotan var framhaldandi metlág. 

Hetta er í dag avloyst av stórari optimismu, ið verður staðfest í nýggjastu konjukturvísitølunum og nýggjastu frágreiðingini frá Búskaparráðnum.

Búskapurin í Føroyum kann skjótt venda – ein jo-jo-búskapur
Vit eru í harðari kapping við umheimin um okkara dýrabara tilfeingið, ið er fólkið her býr. Uttan tey, er ikki møguligt at varðveita og menna eitt framkomið samfelag. 

Uppgávan hjá okkum er at fáa javnvág millum kappingarførar vælferðartænastur og skattatrýst, umframt, at arbeiðs- og útbúgvingarmøguleikar eisini er avgerandi í kappingini um fólkið.

Skyldan at lata eitt væl rikið samfelag víðari til okkara eftirkomarar
Avbjóðingin er at fáa avlop aftur á landskassaroknskapin, soleiðis at vit byrja at afturgjalda skuld. Vaksandi skuld hevur við sær, at vit seta okkara handlifrælsið í pant.

Tað er ongin loyna, at tá ið tað gongur væl í samfelagnum, verður trýstið á almennu kassarnar størri, og truplari er hjá okkum politikkarum at standa ímóti og annars at gera neyðugar bygnaðarbroytingar.

Niðurgjalda skuld 
Neyðugt verður komandi árini at niðurgjalda skuld fyri ikki at liva í skugganum hjá kreditorunum.

Seinasta árið eru fleiri frágreiðingar gjørdar um føroyska búskapin, ið allar staðfesta, at løtumyndin av føroyska búskapinum er góð, men at vit hava avbjóðingar fyri framman og skulu í bestu búskapartíðum megna eitt avlop á fíggjarlógini.

Í heyst komu Nationalbankin og Moody’s við sínum metingum, og tann nýggjasta er frá Búskaparráðnum, ið staðfestur, at neyðugt er við bygnaðarbroytingum fyri at framtíðartryggja vælferðina.

Ávaringarlampurnar lýsa
Boðskapurin frá ratingstovninum Moody's er greiður.

Røkka Føroyar ikki málinum um javnvág í 2016, og vit byrjað at niðurgjalda skuld, so er hugsandi, at ratingin versnar og at rentan á landskassaskuldini hækkar, og minni verður til vælferðartænastur.

Eisini leggur Moody’s dent á, at tætta sambandið í Ríkisfelagsskapinum er við til at tryggja høgu ratingina og harvið lága rentu.

Fleiri pengar í kassan og meira fáast fyri hvørja skattakrónu
Fyri at tryggja framhaldandi búskaparvøkstur er neyðugt við tryggum kørmum fyri okkara høvuðsvinnu og vinnuna annars. 

Tann parturin av okkara høvuðsvinnu, ið hevur nakað at lata av, er helst sinnað at gjalda eitt rímuligt gjald fyri síni rættindi, men har hevur politiska skipanin verið alt ov afturhaldin at áleggja gjøld. Her høvdu allir partar verið betri tjentir við, at ein rímuligur partur kom til vælferðina.

Atkomuligheit til vinnuna 
Fyri at tryggja nýskapan og menning, eiga vit at gera skipanir, ið eggja vinnuni og borgarunum annars, at skapa og bróta upp úr nýggjum. Ein fyritreyt fyri hesum er atgongd til okkara tilfeingið.

Tað er ikki altíð tey, sum sita á tilfeinginum, ið hava bestu hugskotini og hugin til nýskapan, onnur eiga eisini at sleppa framat.

Vit hava havt eina metstóra framgongd í vinnuni seinnu árini, við nýggjum pelagiskum tilfeingi og eini alivinnu í heimsflokki. Tað eru framvegis ríkir møguleikar at fáa enn størri virði og fleiri arbeiðspláss burturúr, bæði til vinnuna og landið, um rætt verður atborið.

Javnvágir í búskapinum og bygnaðarbroytingar
Tað skulu vera nakrar hóskandi javnvágir í samlaða búskapinum, hjá borgarum, vinnuni og almennu kassunum. Tað er tað ikki í dag, tí skulu bygnaðarbroytingar til á fleiri økjum, bæði í vinnuni og hjá tí almenna.

Bárður Nielsen
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin og fíggjarnevndarformaður